Tað er smápartafelagið Vindrøkt, sum hevur ætlanir um at seta seks vindmyllur upp vestan fyri Gellingarklett í Hoyvíkshaganum, boðar Umhvørvisstovan frá.
Myllurnar eru 3 MW hvør, og hæddin á myllutornunum er góðar 78 metrar, sum við veingjunum gerst til slakar 120 metrar. Tær kunnu framleiða streym, tá ið vindferðin liggur millum 2,5 metrar um sekundi og upp í 34 sekundmetrar. Felagið væntar, at myllurnar megna at framleiða 64 GWt av elektrisiteti um árið.
Sambært elveitingarlógini skulu feløg, ið framleiða elektrisitet, gera eina umhvørvisárinsmeting, sum skal góðkennast av Umhvørvisstovuni, áðrenn tað fær loyvi til elframleiðslu. Metingin tekur atlit til møgulig árin á umhvørvið, plantur og djór, umframt at mett verður um skuggakast og óljóð frá vindmyllulundini.
Sum part av metingunum, sigur felagið, at myllurnar ikki verða alt ov sjónligar í landslagnum, umframt, at tað verður lítið av ljóð og skuggaárini, sum stendst av teimum. Tær koma at síggjast við endan av Løgmannabreytt eins og tær í Husahaganum. Frá Miðlon væntast vengurnar av tveimum av myllunum at síggjast, meðan vengurnar av tveimum øðrum myllum kunnu hómast.
Í Hoyvíkshaga reiðraðust 7 fuglasløg og í Flatnahaga 4 sløg – tilsamans 8 ymisk sløg. Her ásannar felagið, at samlaða verkætlanin kann ávirka fuglin í økinum, soleiðis at onkur fuglasløg flyta longur burtur frá vindmyllunum uttan tó at ávirka fuglalívið í stóran mun. Fyri at avmarka vandan fyri øktari ferðslu í økinum mælir felagið tískil til, at bummur verður settur fyri vegin til vindmyllurnar.