Sekundini sum broyttu lívið

- Eg stóð og prátaði við ein kollfirðing har á keiini, meðan eg heysaði jarnstativini til plattarnar upp í lastina. Koyrdi so kranabeinini inn og setti kós móti Vestmanna. Ein smádrongur sá, at kranin var uppi, men tá pápi hansara ringdi til mín, býtti hann um uppá siffrini og fekk tí ikki fatur á mær. Eyðun Hansen smílist við sorgblídni, meðan hann greiðir frá um lagnutúrin við lastbilinum, fríggjakvøldið 9. november í fjør.

Jón Brian Hvidtfeldt

Tað knirkar og dungar úr trappuni, tá elektronikkurin broytir tey fimm trinini til eina rampu, ið kann koyrast upp og niður. Hon manglar at fínjusterast.
Linda hevur hug at ilskast, men velur at geva sær tol. Hon trillar Eyðun út á rampuna, og trýstir á knøttin. Spakuliga flytir rampan seg tann lítla meturin niður í stovuna, sum er bygd eitt sindur forskotið í hædd, sammett við restina av miðhæddini.
- Tit taka næsta túr, sigur hon flennandi til journalistin og myndamannin.
Vit eru heima hjá Lindu Christophersen og Eyðuni Hansen í Fløttisgøtu 6 í Vestmanna. Uttan fyri er alt túnið grivið upp, og arbeiðsmenn eru í holt við at stoypa og fylla upp í brattlendinum, soleiðis at koyrandi er heilt oman til dyrnar. Inni í hugnaligu húsunum eru tey komin so nøkunlunda uppundan, hurðakarmar eru breiðkaðir og onkur veggur tikin niður. Enn mangla tó fleiri snøklar at gerast.
- Vit fluttu inn her í 1988. Her er gott at búgva, veðurgott og eisini eitt gott grannalag, sigur Eyðun Hansen.
- Nógv hava sagt við okkum, at vit skuldu bara verið verandi í Danmark, tí har eru tilboðini betri og møguleikarnir fleiri. Men tað er her, at vit hava okkara lív, leggur Linda Christophersen afturat.
Sjálv er hon ættað úr Vestmanna. Eyðun vaks upp úti á Heygnum Mikla í Havn, men hevur búð í Vestmanna síðani 1985.
Eftir sjey mánaðir, fyrst á Ríkissjúkrahúsinum, síðani sjúkrahúsinum í Glostrup og til seinast á uppvenjingarmiðstøð í Hornbæk, eru hjúnini í holt við at byggja sær eitt heilt nýtt lív saman í Vestmanna.
- Á skít also, brestur úr Eyðuni.
Leysa plátan, ið hvílir niður á beinini á Eyðuni og verður brúkt sum borð, fer brádliga undan honum. Nærum fulli tekoppurin stoytist niður á beinini og síðani út yvir stovugólvið.
Eyðun kann ikki annað enn eygleiða støðuna. Hann skeitir yvir á Lindu, sum longu er lopin eftir einum klúti.
- Eg haldi ikki, at te’ið var so heitt, sigur Eyðun, meðan Linda turkar upp.
Hann merkir einki. Men fyrr hevur 54 ára gamli kroppurin brent seg illani av heitum løði, hóast Eyðun sjálvur ikki hevur varnast tað. Tí eru tey uppá vakt.
Eyðun Hansen er lammaður, frá bringuni og allan vegin niður í tærnar. Armarnar hevur hann vant somikið uppaftur, at teir kunnu brúkast. Men høgri armur hevur tað framvegis við at detta niður aftur, tá hann verður lyftur upp um høvd. Men framvegis er einki samband við hendurnar, frá hondliðunum og út í fingraspíssarnar.

Vanlukkan
Fríggjadagurin 9. november í fjør er ein vanligur dagur, eins og aðrir. Eyðun, sum eigur egið virki við tveimum lastbilum, fær ein túr úr Kollafirði til Vestmanna. Á keiini í Kollafirði stendur hann og prátar við ein trukkførara, meðan hann fjarstýrir krananum, ið heysar jarnstativini, ið verða brúkt til at seta plattar á, upp í lastina.
- Klokkan var umleið hálvgum seks, tá eg koyri kranabeinini inn og seti kós móti Vestmanna. Men eg gloymi kranan, greiðir Eyðun frá.
Eingin ávaringarlampa er í lastbilinum, sum sigur frá, at kranin peikar upp í loft. Og framvegis er tað ein gáta fyri Eyðun, hví hann, sum hevði koyrt lastbil í áravís, skuldi gloyma kranan.
- Men ein smádrongur sá, at kranin var uppi. Hann sigur tað við pápa sín, ið eg kenni væl. Men tá pápin ringir til mín, býtir hann um uppá siffrini á fartelefonnummarinum og fær tí sjálvandi ikki fatur á mær. Og eg koyri so móti Vestmanna.
Ávaringarskipanin við Leynatunnilin, sum skal forða fyri at ov høg akfør koyra inn í tunnilin, virkaði heldur ikki. Hevði hon virkað, so hevði ein bummur farið niður av sær sjálvum áðrenn tunnilsmunnan.
Eyðun Hansen steðgar á, meðan hann minnist aftur á lagnudagin. Tað mesta stendur klárt í huganum, hóast hann heldur seg hava verið vekk eina lítla løtu eftir stoytin.
- Kranin tekur í tunnilsmunnan á Leynatunnlinum, og eg missi tamarhaldið á bilinum, sum fer tvørur. Eg royni at rætta bilin uppaftur, men einki ber til. Lastbilurin brestur í veggin, inni í tunnlinum.
Aftaná fekk Eyðun at vita, at helst eru kranabeinini trýst fram ímóti forhjólunum og hava tí gjørt tað uppaftur truplari at rætta bilin uppaftur.
- Eg haldi at eg var vekk eina lítla løtu, men vakni so aftur, áðrenn nakar kom á staðið. Haldi fyrst, at bilurin er koppaður, men tað er hann ikki. Eg liggi kroystur, men fái hvørki flutt armar ella bein. Merki sum so onga pínu, men fái ikki flutt meg. Tá tann fyrsti kemur til bilin, skal eg lyfta høvdið, men fái ikki. Eg klári ikki so frægt sum at halda høvdinum, og hesin persónurin situr so hjá mær og heldur høvdinum á mær uppi, til bjargingarlið koma á staðið.
Bjargingarliðini mugu skera Eyðun leysan úr stýrhúsinum á lastbilinum, og hann verður í skundi fluttur á landssjúkrahúsið.
- Eg haldi, at eg bannaði nakað illa. Men jú, eg hugsaði tankan, at helst var eg blivin lammaður, greiðir Eyðun frá.
Heima í Vestmanna er Linda við at seta døgurðan útá.
- Eg visti, at Eyðun var á veg til Vestmanna. Eg minnist, at eg hoyrdi í tíðindunum klokkan seks, at Leynatunnilin er stongdur fyri allari ferðslu, tí ein lastbilur hevur rent á tunnilsveggin. Eg veit ikki hví, men eg hugsaði beinanvegin, at hatta var Eyðun, greiðir Linda rørd frá.
Ein sonur teirra ringdi á fartelefonina hjá pápanum, men einki svar.
- Hann plagdi annars altíð at taka telefonina. Men tá visti eg bara, at hetta var Eyðun, sum var í vanlukkuni.
At kalla samstundis sá familjan eina mynd frá vanlukkustaðnum á Vágaportalinum.
- Eg kendi lastbilin hjá Eyðuni aftur á myndini, staðfestir Linda við beiskleika í røddini.
Linda fór beint í bilin og setti kós móti Leynatunnlinum.
- Eg vildi bara koma skjótt á staðið. Eg hugsaði, at har var einki galið við Eyðuni. Eg skuldi bara eftir honum, greiðir Linda frá og leggur afturat::
- Tílíkt hendir jú bara fyri hini, ha?
Røddin knekkar og tárini hómast í eygnakrókunum.
Alt gekk somikið skjótt, at tá politiið umleið ein tíma seinni ringdi heim til hennara fyri at bera boðini um vanlukkuna, var Linda longu farin frá húsum.

Ryggurin
Tá Linda kom til tunnilsmunnan, var sjúkrabilurin longu farin við Eyðuni. Tey sóust tí fyrstu ferð á Landssjúkrahúsinum. Har fær Linda at vita, at Eyðun hevði brotið ryggin ella nakkan og skal flytast til Danmarkar skjótast tilber.
- Eg fekk morfin, men var klárur alla tíðina. Fekk tosað og fylgt við í tí, sum hendi. Men eg hevði sera trupult við at fata tað. Helt bara, at tað skuldi blíva í ordan aftur, leggur Eyðun afturat.
Linda minnist aftur á, at Eyðun at kalla beinanvegin bað hana ordna eina røð av praktiskum tingum.
- Hann bað meg gjalda onkrar rokningar, minnast til at fáa passið við og ymiskt annað, greiðir Linda frá.
Eyðun smílist.
- Eg veit ikki hví. Tað skuldi bara fáast uppá pláss, nú vit skuldu til Danmarkar, leggur hann afturat.
Tað gerst skjótt greitt fyri tey bæði, at støðan er álvarslig. Nervarnir í rygggeislunum eru í vanda, og Eyðun skal tí liggja púra slættur. Tað merkir millum annað, at hann sleppur ikki upp í flogfarið hjá Atlantsflog, tí børan kann ikki berast inn í flogfarið púra vannrøtt. Neyðugt er tí at flyta hann til Danmarkar við serútgjørdum sjúkraflogfari. Men tað letur seg ikki gera at fáa eitt slíkt flogfar hendavegin fyrr enn dagin eftir.
- Her liggi eg so. Eg fái flutt høvdið eitt sindur, men fái hvørki flutt armar ella bein, greiðir Eyðun frá.
Leygardagin 10. november fara tey niður við lítla sjúkraflogfarinum, og Eyðun verður fluttur á Ríkissjúkrahúsið.
Ryggurin er brotin millum sætta og sjeynda rygggeisla. Fyri framman stendur eitt drúgt tíðarskeið við viðgerð og uppafturvenjing.
Sjey mánaðir ganga, áðrenn Eyðun aftur er í Føroyum.

Viðgerðin
Eyðun hevur hug at vera sarkastiskur, tá hann skal lýsa støðuna, fyrsta døgnið eftir vanlukkuna.
- Eg bleiv við at hava eina trýstandi pínu inn í nakkan, tað var sum seymir stóðu inn í nakkan. Tað vísti seg so at vera tvey stór glaspetti, sum stóðu eftir frá vanlukkuni. Eg hevði stórt hár júst tá, og kanska sóu læknarnir ikki glaspettini fyri øllum hárinum, sigur Eyðun smílandi.
Meðan glaspettini fyltu lítið í hugaheiminum hjá læknunum, so var øðrvísi við rygginum.
Tað stendur skjótt greitt, at ryggbrotið kann hava álvarsligar fylgjur fyri Eyðun og hansara førleikar restina av lívinum.
Á Ríkissjúkrahúsinum verður hann lagdur undir skurð, at kalla beinanvegin. Farið verður inn, bæði frammanfyri og aftanfyri, og eitt nú verða plátur settar upp móti rygggeislunum fyir at styðja teir sum frægast.
- Eyðun liggur í respirator. Hann fær ikki tosað við okkum og fær føði inn gjøgnum eina sondu. Eg haldi, at eg taldi eini 14 slangur, sum vórðu bundnar at kroppinum hjá honum, greiðir Linda frá.
Í ein heilan mánað lá Eyðun soleiðis á Ríkissjúkrahúsinum, meðan læknarnir royndu at gera sítt til at fáa 54 ára gamla kroppin at hanga saman aftur.
Saman við dóttrini Lis sat Linda yvir manninum allan dagin og aftur um kvøldið.
- Hann fekk sum nevnt ikki tosað, og kundi ikki røra seg. Tað var hart, men vit royndu at kommunikera saman kortini. Eg plagdi at vera hjá honum, til hann sovnaði um kvøldið, greiðir Linda frá.
Sjálv búðu hon og dótturin á sjúklingahotellinum, alla tíðina meðan Eyðun lá á Ríkissjúkrahúsinum.
Bæði Eyðun og Linda eru í dag sera takksom fyri tær nógvu vitjanirnar, ið lættu um tungu dagarnar á Ríkissjúkrahúsinum.
Eftir ein mánað var hann fluttur á sjúkrahúsið í Glostrup. Tíðin var komin til, at Eyðun skuldi gerast leysur av respiratorinum. Vøddarnir kring lunguni skuldu venjast av nýggjum, soleiðis at Eyðun kundi anda sjálvur.
Tíðin í Glostrup fer altíð at standa sum ein varði í lívinum hjá Lindu og Eyðuni.
- Ja, vit valdu at gifta okkum, sigur Linda flennandi, meðan hon við eygunum loftar einum nýforelskaðum brosi frá Eyðuni.
Tað var ein tanki, ið tey høvdu spælt sær við í eina tíð.
- Vit høvdu verið saman í hundrað ár, og hildu tað vera stuttligt at gifta okkum 20. desember í 2012, leggur hon afturat og sipar til talspælið í brúðardato’inum.
Har blivu tey so gift, av prestinum Bergi Jacobsen, á fjórðu hædd á sjúkrahúsinum í Glostrup.
- Tað riggaði fínt. Og vit søgdu so bæði ja, greiðir Eyðun smílandi frá.
Børnini vóru komin til Danmarkar at halda jól, og tey vóru sjálvandi við til brúdleypið, ið var tað fyrsta á sjúkrahúsinum í Glostrup.

Venjingin
Tað tók aftur ein mánað, áðrenn Eyðun varð fluttur víðari til sjúkrahúsið í Hornbæk, ið hevur sum sergrein at taka sær av fólki við álvarsligum ryggskaðum. Uppvenjingarmiðstøðin er knýtt at Ríkissjúkrahúsinum og er at rokna millum tvær tær fremstu í Danmark. Fyri Eyðun stóðu fimm mánaðir við harðari venjing fyri framman.
- Tað var sera hart. Eg orkaði einki. Eg fekk ikki flutt armarnar, sigur Eyðun og lyftir báðar armarnar uppfrá fyri at undirstrika munin á tá og nú.
Eftir smáar tvær vikur í Hornbæk møta Linda og Eyðun av tilvild eini eldri kvinnu, ið vísir seg at vera ættað úr Føroyum. Hon eitur Kristina Grumstrup, fyrr Dam, og er búsitandi í Hornbæk. – Vit fara at práta um familju og ætt, og áðrenn eg veit av, sigur hon at vit skulu búgva hjá henni, so leingi vit høvdu tørv á tí, greiðir Linda smílandi frá, áðrenn hon heldur fram:
- Har búði eg so alla tíðina, meðan Eyðun lá á sjúkrahúsinum í Hornbæk. Hon og maðurin búðu bara fimm minuttir frá sjúkrahúsinum, og vit skuldu ikki gjalda eina krónu fyri at búgva har. So jú, tað finnast einglar her á jørð, sigur Linda, og smílið gerst uppaftur størri.
Tíðin í Hornbæk gav úrslit. Framstig vóru at hóma, og Eyðun byrjaði spakuliga at fáa førleikar aftur í armarnar. Og tað gav eina vón, eisini teir strævnu dagarnar, har mótloysi hevði hug at sníkja seg inn í gerandisdagin.
Men niður í beinini broyttist einki.
- Nei, har er einki samband niðureftir. Har er alt kvett av, og einki samband er við restina av kroppin, staðfestir Eyðun.
Hann hevur tó valt at savna seg um tað, ið hann kann gera nakað við.
- Eg skal aftur undir skurð seinni í ár, og tá vóni eg at fáa førleikar í tumlarnar. Tað hevði lætt munandi um hjá mær í gerandisdegnum, sigur Eyðun.
Í dag er einki samband við hendurnar.
- Eg klári ikki so frægt sum at flisa eitt epli, sigur Eyðun uppgevandi.
Hann skundar sær at leggja afturat, at við sergjørdum knívi og gaffli, ið kunnu krøkjast upp á hendurnar, klárar hann at eta av tallerkinum.

Gerandisdagur
Eyðun Hansen slapp fyrstu ferð aftur til Føroya 6. juni. Fyrsta mánaðin var hann á Landssjúkrahúsinum, áðrenn hann varð fluttur á nýggja ellis- og røktarheimið í Vestmanna at vera, til hann slapp aftur í sethúsini hjá hjúnunum.
Nú er gerandisdagur í Fløttisgøtu 6 í Vestmanna.
- Eg havi ein stuðul, sum kemur her í heimið at hjálpa mær átta tímar um dagin. Hinar tímarnar hongur Linda uppá meg, sigur Eyðun speiskliga.
Hann krevur hjálp til tað allar mesta. Sleppur ikki upp úr songini sjálvur, og klárar heldur ikki at leggja seg. Umvælingarnar inni gera, at hann nú kann flyta seg runt í miðhæddini. Men orkan í ørmunum er somikið lítil, at sum oftast má onkur trýsta undir koyristólin.
- Eg eri greiður yvir, at eg sleppi ikki aftur í kjallaran, og heldur ikki upp á loftið. Men vit royna at innrætta okkum her í miðhæddini, sigur Eyðun, sum gleðir seg til arbeiðsmenninir uttanfyri eru lidnir.
- Ja, tað verður deiligt at sleppa útum, sigur Eyðun smílandi.
Bæði ásanna hjúnini, at tað verður ein avbjóðing at fáa ein heilt nýggjan gerandisdag at virka aftur.
- Eyðun má hava sítt lív og eg má hava mítt lív, sigur Linda, ið so smátt er byrjað at arbeiða aftur, nakrar tímar á seymistovu og nakrar tímar á Fiskivinnuskúlanum í bygdini.
- Vit hava bæði felags áhugamál og eisini hvør síni áhugamál. Avbjóðingin er at fáa tað at fungera. Hetta verður alt ov strævið hjá Lindu, leggur Eyðun afturat.
Hjúnini taka ein dag í senn, samstundis sum tey eru glað fyri allan tann stuðul, ið tey hava fingið frá fólki.
Eyðun var stjóri í egnari lastbilafyritøku. Fíggjarliga hava síðstu mánaðirnir verið tungir, tí eingin inntøka er komin til húskið.
- Eg veit ikki. Eg havi so ikki tikið mær stjóraløn, sigur Eyðun um ta sannroynd, at hann hetta tíðarskeið hevur verið avskorin frá sjúkrapengum frá tí almenna, júst tí hann var stjóri í egnari fyritøku.
Eyðun krevur framhaldandi nógva venjing, og eftir ætlan skal hann í framtíðini fáa hesa venjing á røktarheiminum í bygdini. Eisini hevur hann eina vón um einaferð aftur at kunna koyra bil.
- Ja, tað krevur nakað av venjing og kanska eina skurðviðgerð afturat, soleiðis at eg fái brúkt tummlarnar. Men tað eigur at vera møguligt, at eg klári at koyra ein serútgjørdan bil, sigur Eyðun avgjørdur.
Men hinvegin er hann við at venja seg við tankan um, at koyristólurin fer at fylgja honum altíð.
- Læknarnir siga, at tað verður eitt mirakul, um nakað hendir við restina av kroppinum. Har er einki samband niðureftir. Og skal nakað samband koma aftur í nervarnar í rygggeislunum, so skal tað henda innan tvey ár frá vanlukkuni, greiðir hann frá.
Eyðun roynir at flyta koyristólin við hendrunum. Hann hevur fingið lovað ein nýggjan stól, har tað er lættari at fáa fatur í hjólini, men hann er ikki komin enn. Linda leypir til fyri at hjálpa.
- Koyr meg yvir til vindeygað, sigur hann vinarliga við konuna.
Úr stovuvindeyganum sæst yvir móti kampingøkinum Inni á Fjørð, yvir á Válin og út eftir fjørðinum, sum er spegilsklárur ídag.
- Vónandi blíva trøini ikki ov høg frammanfyri her, letur speiskliga úr Eyðuni.



DAGBÓKIN

Linda og dótturin Lis skrivaðu dagbók, fyrstu tíðina meðan Eyðun lá á Ríkissjúkrahúsinum. Við loyvi frá familjuni prenta við brotbitar úr bókini.

10. november
Tá vit koma til trauma-sentrið á Ríkissjúkrahúsinum standa eini 10 fólk til reiðar at taka ímóti Eyðuni. Hann skal bæði í røntgen og skannara, og vit bíða og bíða.

11. november
Vit møta klokkan sjey um morgunin fyri at vera saman við Eyðuni áðrenn skurðviðgerðina, sum fer at taka fýra til sjey tímar. Hann tykist ógvuliga nervøsur ella bangin. Ein lækni greiðir okkum tíðiliga og greitt frá, hvat tey vita og alt tað, sum tey ikki vita um støðuna hjá Eyðuni. Aftaná surðviðgerðina liggur hann har, knýttur í eina røð av tólum og slangum.

12. november
Eyðun vaknar, tá vit koma inn á stovuna. Hann liggur í respirator og fær ikki tosað, so tað er ringt at skilja, hvat hann meinar við. Vit dryppa vætu í eyguni, strekkja armarnar, geva honum vatn. Og so alt umaftur. Ein lækni greiðir stutt frá skurðviðgerðini.. Hann dugir væl at greiða frá, men kann ikki geva nøkur lyfti um framstig.

13. november
Tá vit koma inn til Eyðun, situr hann uppi í einum stóli, mest líkum einum tannlæknastóli. tey kalla hann ”kongastólur”. Í dag fær hann at drekka við súgvirøri, og tað er eitt framstig, sum vit eru glað fyri. Tey taka lungamynd og hjartamynd, og tað sær gott út.

14. november
Eyðun flytir armin, lyftir albogarnar. Hann sendir mær mussar.

15. november
Eyðun skal aftur undir skurð. Høvdið er stabilt, men læknarnir meta tað vera best at seta skrúvur inn , báðumegin brotið í rygginum, soleiðis at tað skal hanga betri saman.

16. november
Eyðun klára at sita tveir tímar í ”kongastólinum”. Hann fær trimmað hárið. Í dag klárar hann at eta eitt hálvt jogurt. Respiratorin verður tikin frá eina løtu, og ein proppur settur í hálsin, so vit kunnu hoyra málið á honum. Eyðun fortelur, hvussu hann lá í lastbilinum við høvdinum niðureftir.


18. november
Eg royni at massera fingrarnar og armarnar á Eyðuni. Hann heldur eitt sindur ímóit, tá eg flyti beinið. Eg veit ikki, um tað er eitt refleks ella tilvitað.

19. november
Í dag fann fysioterapeuturin ein nýggjan vødda í vinstra armi, niðanfyri har Eyðun er skurðviðgjørdur. Tað var ordiliga gott. Hann hevur ikki havt fepur í tríggjar dgar, men er framvegis sera móður.

22. november
Læknin tosar um at Eyðun skal flytast á sjúkrahúsið í Glostrup, men tað verður so ikki fyrr enn hann klárar at anda normalt. Eisini fáa vit at vita, at Eyðun seinni skal til Hornbæk til uppafturvenjing

27. november
Eyðun hevur sera nógva pínu í dag, og lagið er ikki av tí besta. Tað er sera ringt at veittra farvæl, tá vit skulu innaftur á sjúklingahotellið

29. november
Eyðun hevur framvegis nógva pínu í økslini. Ein erguterapeutur lærir hann at drekka vatn, men tað gongur ikki so væl. Hann er leysur av respiratorinum.

30. november
Eg vil pissa, sigur Eyðun við meg í kvøld. Hann sigur við meg, at hann hevur merkt tað einaferð fyrr

3. desember
Í dag er ein sálarfrøðingur komin at tosa við okkum. Vit hava bæði skuldarkenslu. Eyðun, tí hann ikki legði kranan niður. Og eg, tí eg ringdi og segði við hann, at døgurðin stóð á borðinum. Sálarfrøðingurin kemur aftur næsta fríggjadag.

6. desember
Í dag er Eyðun fyri fyrstu ferð komin oman í forhøllina á Ríkissjúkrahúsinum. Hann er sera glaður fyri tað. Hann hevur fingið eitt brúsubað og nýggja tannbust

7. desember
Eyðun fær vatn at drekka. Nú andar hann gjøgnum munnin, og reyður proppur er settur í andingarholið í hálsinum.

11. desember
Eyðun verður fluttur til sjúkrahúsið í Glostrup. Eg má fríggja til Eyðun, tí sjálvur sleppur hann ikki niður á knæ ?