Mikudagin lat P/F Inni, sum Føroya Sparikassi eigur, upp sethúsasølu í Havn.
Nýggi húsameklarin heldur til í bygninginum hjá Realinum, ella fyri at øll skulu vita hvar tað er, í gamla bygninginum hjá Fossbankanum.
Nýggja partafelagið er fíggjarliga sera væl fyri. Partapeningurin er uppá 1,2 mió. krónur og í nevndini sita Eyðun á Rógvi, sparikassastjóri, Marner Jacobsen, varastjóri og Wilhelm Petersen, kredittleiðari í Sparikassanum.
Tað er Jónsvein Mortensen, sum er dagligur leiðari í P/F Inni..
Kvalitativ søla
Nýggja sethúsasølan fer at leggja dent á eitt kvalitativt gott søluarbeiðið.
Fyri at fáa sølu av fastari ogn uppá eitt hægri støðið hevur nýggja sethúsasølan gjørt av at bjóða kundum sínum at gera eina bústaðarlýsing.
Henda bústaðarlýsing verður gjørd á tann hátt, at ein byggikønur maður kannar ognina úr enda í annan. Aftaná skrivar hann eina frágreiðing, sum verður løgd saman við sølutilfarinum, til gagns fyri bæði keypara og seljara.
Í londunum kring okkum er vanligt at slíkar bústaðarlýsing verða gjørdar í samband við sethúsasølur.
Á tann hátt hevur keyparin møguleika at taka fyrivarni við feilum og manglum áðrenn keypt verður ístaðin fyri aftaná.
Húsaeigarar kjarnukundin
Tað er í eini staðfesting av, at sethúsakundin er kjarnukundin hjá Føroya Sparikassa at teir hava gjørt av at stovna nýggja meklaravirkið.
Í Danmark er vanligt at kreditfeløgini eiga meklaravirkið, so í so máta er einki løgið í at sparikassin eigur P/F Inni.
Tað verða seld eini 200 hús um árið í Føroyum og nýggja felagið ætlar sær ein patr av hesum.
Leiðslan í nýggja felagnum vil ikki út við hvat málið hjá teimum er, men verður mett út frá sølukostnaðinum og miðalprísinum av sethúsum í løtuni, so skal nýggja felagið hava fatur á einum fjórðingi av marknaðinum fyri at fáa eitt rímuligt fíggjarligt avkast, sum eitt partafelag krevur.
Seljast áðrenn
fýra mánaðir
Kostnaðurin at selja hús gjøgnum P/F Inni er 2 prosent, sum verða býtt millum seljara og keypara við einari helvt til hvønn.
Hesin kostnaður skal tó bara gjaldast um ognin verður seld innan fýra mánaðir.
Eru fýra mánaðir gingnir og ognin enn ikki er seld, so kann seljarin velja um hann velur at taka ognina av sølulistanum, ella um hann ger eina nýggja søluavtalu við P/F Inni. Tá verða treytirnar um 2% kostnaðin aftur galdandi.
Eisini á bygd
Nýggja sethúsasølan byrjar sum longu greitt frá í Havn, men ætlar sær við tíðini at fara út á bygd eisini.
Tá Sparikassin eigur felagið, so er sjálvsagt at tað verður eitt tætt samstarv millum partarnar og m.a. ætlar P/F Inni at lýsa bygningar til sølu í sýnisgluggum sparikassans úti á bygd.
Umframt hetta verða allar fastognir, tað verið seg sethús, grundøki og virkisbygningar lýstar til sølu í bløðunum eisini.
Samstarvið millum P/F Inni og Føroya Sparikassa fer eisini at síggjast aftur á tann hátt, at P/F Inni fer at vísa til Sparikassan, men tað verður tó eingin trygd fyri at Sparikassin veitur fígging.
Hetta fer kredittdeildin í Sparikassanum at meta um í hvørjum einstøkum føri og tað verður gjørt á vanligan hátt.
Nýggja sethúsasølan fer at hava opið frá klokkan 12 allar dagar uttan sunnudag, tá tað er stongt.
Leygardag verður opið til klokkan 14.00, hósdag og fríggjadag til klokkan 18.00 og hinar dagarnar til klokkan 16.00.