Seldi stolnar vørur á Rótikassanum

Tað var ikki so smart hjá einum persóni at selja tjóvagóðs á Rótikassanum

Politiið fór í gjár á gátt hjá einum persóni, sum hevði lýst tjóvagóðs til sølu á Rótikassanum á Facebook

Eitt mál um stuldur varð meldað til løgregluna í gjár. Ikki tí at stuldurin varð framdur í gjár, men tí at viðkomandi handil, sum meldaði, kendi vørur aftur, sum vóru lýstar til sølu á Rótikassanum á Facebook.

Løgreglan fór at kanna, hvør átti uppslagið við stolnu vørunum og fór so heim til viðkomandi. Har vóru fleiri aðrar stolnar vørur funnar.

Løgreglan fór síðani runt í ymsar handlar við vørunum, og tað vísti seg, at allar vørurnar eru stolnar í sama øki í Havn.

Viðkomandi er nú skuldsettur fyri stuldur.

 

 

Politiið fór í gjár á gátt hjá einum persóni, sum hevði lýst tjóvagóðs til sølu á Rótikassanum á Facebook