Trý ferðafólk eru deyð og fimm fáa viðgerð fyri álvarsligar andingartrupulleikar.
Felags fyri øll hesi fólk er, at tey vóru við á einari cruise-ferð í Atlantarhavinum við skipinum, Hondius, sum hálendska felagið, Oceanwide Expeditions, rekur.
Tað er BBC, sum ber hesi tíðindi, og tað er heimsheilsustovnurin WHO, sum váttar tíðindini yvirfyri BBC.
Millum tey deyðu eru eini eldri hjún.
Maðurin fekk andingartrupulleikar og doyði umborð á skipinum, sum var á veg úr Argentina til Kap Verde.
Kona hansara gjørdist eisini sjúk umborð og varð koyrd á sjúkrahús í Johannesburg í Suðurafrika, har hon doyði.
Ein 69 ára gamal breti varð eisini sendur á sjúkrahús í Johannesburg, og hesin fær nú viðgerð á sjúkrahúsinum.
Bretin er staðfestur positivur fyri hantavirus, ið er eitt virus, sum kann elva til bløðingarfepur, sum sagt verður.
Sambært Fólkaheilsuráðnum kann hantavirus elva til sjúkuna, músapest, sum serliga smittar gjøgnum skarn frá gnagarum.
Hetta veit BBC at siga í dag og millum miðlarnar, sum endurgeva søguna, eru eitt nú Dagbladet og NTB.











