Seldu færri persónbilar í januar

Hóast fleiri bilar eru seldir fyrsta mánaðin í ár, so er talan um færri persónbilar

Í januar í ár vórðu seldir 21 nýggir persónbilar. Tað eru 3 færri enn í januar í fjør, ein munur upp á 12,5 prosent.

Tað sæst í tøluni hjá Akstovuni, sum gjørt tølini upp fyri árins fyrsta mánað.

Tilsamans eru skrásett 57 nýggj akfør fyrsta mánaðin í ár, og tað er í mun til 46 sama mánað í fjør. Ein framgongd upp á 11, sum svarar til 24 prosent.

Sum talvan niðanfyri vísir, so vórðu skrásettir fleiri vøruvognar og fleiri viðfestisvognar enn í januar í fjør. Men tølini eru lítil, tí vit tosa bara um 57 akfør tilsamans.

 

##med2##

 

Her er topp-10 listin við mest seldu akførum í januar:

 

  1. Volkswagen 12
  2. Mercedes-Benz 9
  3. Brenderup 6
  4. Toyota 6
  5. Ford 5
  6. Skoda 3
  7. Citroen 2
  8. Hfr 2
  9. Peugeot 2
  10. Audi 1