Selektiv tjóðveldisprotektionisma

Oddagrein:

Tjóðveldi hevur síðani 1998 markerað seg sum ein rættiliga liberalan flokk vinnuliga sæð. Flokkurin hevur altíð verið skjótur – javnan ov skjótur - at hiva studningstrøllið frá 80’unum úr hattinum. Tað gav at bíta, tá Tjóðveldi ikki vildi loyva landinum at seta pening í Smyril Line og harvið setti okkara einasta sjóvegis ferðafólkasamband til umheimin í vanda.

Nú er so vent í holuni hjá Tjóðveldi. Nú vil flokkurin við lóg tryggja ein ávísan vinnuaktivitet í Føroyum. Talan er um elektronisku skipaninar hjá bankunum, sum Elektron umsitur.

Hetta tykist óskilligt - og sjálvur í Elektron var frammi í miðlunum og avfturvísti pástandinum hjá Høgna Hoydal og vísti á, at ætlanin hjá bankunum tvørtímóti fer at skapa arbeiðsplás í landinum.

Í mun til t. d. feløg, sum reka sjóvegis ferðafólkafluting millum Føroyar og útlond, so eru nógvar KT fyritøkur í Føroyum, sum allar liggja í kapping við hvørja aðra og við útlendskar KT fyritøkur.

Hóast bankarnir flyta elektroniskar skipanir av landinum at umsita, so fer brúkarin neyvan at merkja stórvegis mun. Tað er einaferð soleiðis, at bankarnir hava kundar, sum ivalyest helst vilja gjalda minst møguligt fyri sínar bankatænastur.

Tað er ríkiliga dýrt hjá vanliga borgarnum at liva í Føroyum, uttan at landið skal áleggja eykakostnaðir í kraft av óneyðugari protektionismu, sum bara hevur til eindamáls at lívga einari ávísari fyritøku.

Er tað ikki dupultmoralur, tá politikarnir royna at stimbra føroyskan KT útflutning til marknaðir uttanlands, samstundis sum teir vilja lóggeva verju til føroyskar KT fyritøkur?

KT í dag er ikki tað sama, sum KT fyri 20 – 30 árum síðani. KT verður í dag veitt allastaðni frá í heiminum frá Bermuda til Taiwan, og tað vildi verið margháttligt, um vit sum lítið fjarskotið oyggjasamfelag skuldu arbeitt fyri KT protektionismu. Um KT protektionisma er politiska málið, so eiga vit bara at rigga av við okkara KT ambitiónum beinanvegin, tí føroyski heimamarknaðurin kann ongantíð vera álitið, um talan skal gerast um eina munandi vinnu.