- Vit eiga at halda allar møguleikar opnar fyri at fíggja eina undirsjóvartunnil í Sandoynna.
Tað heldur Páll á Reynatúgvu, talsmaður hjá Tjóðveldi í samferðslumálum.
Hann fegnaðist, tá ið hann las í Sosialinum í farnu viku, at sjálvur løgmaður hevur sett Sandoyartunnilin aftur á politisku dagsskránna við tí endamáli at fara undir verkætlanina í 2015, sum er nógv fyrr, enn ætlanin annars var.
Men hann hevur ikki rættiliga álit á, at tunnilin verður veruleiki, fyrrenn ein meiri ítøkilig ætlan fyriliggur.
- Av beiskum royndum vita vit at tað skulu meiri til enn føgur orð og gylt lyfti til at fremja ætlanina, so eg trúgvi tí ikki rættiliga, fyrrenn arbeiðið er sett ígongd, sigur hann.
Allir flokkar við
Tingmaðurin tekur eisini undir við, at ein politiskur bólkur verður settur at gera eina loysn fyri, hvussu tunnilin kann byggjast og fíggjast.
Men Páll á Reynatúgvu heldur, at allir flokkar á tingi eiga at vera við í bólkinum.
- Eg haldi, at tað hevur týdning at finna eina semju, sum hevur dygga undirtøku í tinginum, tí eg haldi, at tað er burturvið, at gera eina so stóra verkætlan til ein spurning um samgongu og andstøðu.
Páll á Reynatúgvu vil heldur ikki læsa seg fastan í, hvussu tunnilin skal fíggjast.
- Vit eiga at kanna allar møguleikar, sigur hann.
Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin, vísir aðrastaðni her í blaðnum á, at tað, tinglimir í samgonguni tosa mest um, er at landskassin skal læna einar 700 milliónir til Sandoyartunnilin.
- Tað er sjálvandi ein møguleiki og skulu vit finna eina semju, sum fær so dygga undirtøku, sum gjørligt eiga vit ikki frammanundan at læsa okkum føst í eina ávísa loysn.
Annars hevur Tjóðveldi víst á eina loysn, har undirsjóvartunnilin inn í Eysturoy verður almennur, og at inntøkur haðani frá verða brúktar at fíggja Sandoyartunnilin?
- Tað var uppleggið hjá CHE samgonguni, men er politisk undirtøka fyri at Eysturoyartunnilin skal vera ein privat verkætlan og Sandoyartunnilin ein almenn verkætlan, fari eg ikki at leggja meg í vegin fyri tí, sigur Páll á Reynatúgvu.
Annars hevur Tjóðveldi lagt stóran dent á, at allar útreiðslur hjá landinum skulu síggjast aftur á fíggjarlógini og tískil hevur flokkurin ikki tikið undir við, at, at íløgur verða fíggjaðar við láni, sum landskassin so skal brúka ein mansaldur upp á at rinda aftur.
Tað váttar Páll á Reynatúgvu. Men hinvegin sigur hann, at bæði Norðoyartunnilin og Vágatunnilin, eru partvís fíggjaðir við láni.
- Tað vóru verkætlanir, eg tók undir við og eg tók eisini undir við fíggingarháttinum, tí hesin leisturin var helst ein beinleiðis orsøk til, at tær verkætlanirnar vórðu framdar.
- Sostatt er hetta ikki ein leistur, sum er mær ókendur, sigur Páll á Reynatúgvu.
Selja almennar ognir
Hann vísir eisini á, at tað er eisini ein sannroynd, at tað almenna eigur ognir, har hann ivast í, hvussu gagnligur tann almenni ognarskapurin er.
Í hesum sambandi hugsar hann um BankNordik.
Hann heldur, at skal tað almenna eiga í stórum fyritøkum, skal tað almenna eisini hava eina veruliga ávirkan á virksemið.
- Tað kunnu vit ikki siga er støðan í BankNordik.
Tí heldur Páll á Reynatúgvu, at ein máti at fíggja Sandoyartunnilin er, at tað almenna selur sín part í BankNordik og brúkar pengarnar til Sandoyartunnil og kanska aðrar samferðsluverkætlanir við.
Men hevur Tjóðveldi ikki tvíhildið um, at verður BankNordik einskildur, skal peningurin ikki brúkast, men setast í ein búskapargrunn til at framtíðartryggja føroyska samfelagið?
- Jú, tað er rætt og í hesum sambandi hevur flokkurin mest hugsað um inntøkuna av at selja rættin til okkara tilfeingi, men eisini um inntøkuna av at selja BankNordik.
- Hinvegin er tað altíð ein spurningur um at viga fyri og ímóti og um, hvat loysir seg, sigur Páll á Reynatúgvu.