Selja Føroyar í felag

Ferðaráðið, Atlantsflog og Smyril Line eru samd um, at tað loysir seg best at umboða Føroyar í felag, tá tey eru uttanlands og royna at skapa áhuga fyri Føroyum. Týsdagin vóru umboð fyri bæði feløgini og Ferðaráðið á fundi í London

Saman standa vit sterkast.

Hetta slagorðið eru tey trý, Samuel J. Arnoldson frá Smyril Line, Kent Christensen frá Atlantsflog og Inga Foldbo Hjalnafoss frá Ferðaráðnum samd um. Týsdagin vóru tey í London á fundi hjá Dansk Turistråd og royndu at skapa áhuga fyri Føroyum.

Hóast Smyril Line og Atlantsflog hvør í sínum lag flyta ferðafólk úr útlondum til Føroya, halda tey, at tað loysir seg best at partrola uttanlands eftir ferðafólkunum. Tí hava tey eisini felags bás, tá tey eru á ferðavinnustevnum kring um í heiminum. Og feløgini eru serstakliga fegin um, at Ferðaráðið eisini er við og upplýsir meira alment um Føroyar.


Mest um Danmark

Fundurin á Greast Eastern Hotel í Liverpool Strett her í London snúi seg nærum bert um Danmark. Tá Sosialurin vitjaði á fundinum, helt stjórin fyri Dansk Turistråd fyrilestur. Og hóast vit royndu at fylgja væl við, hoyrdu vit hann bert einaferð nevna Føroyar í einum hjásetningi.

Heldur ikki á borðinum hjá Dansk Turistråd lá nakar faldari um Føroyar millum dungarnar av faldarum um Danmark.

Men sambært umboðunum fyri føroysku ferðavinnuna, er tað ikki hetta, ið er avgerandi.


Hittu keyparar

Slíkir fundir, sum tann í London týsdagin er soleiðis skipaðir, at tíð verður sett av, so ymsir keyparar og ymsir veitarar kunnu hittast at tosa um samstarv. Og tað er hetta, ið er avgerandi fyri føroysku umboðini, tá tey vitja á slíkum ferðavinnufundum.

Týsdagin sluppu føroyingarnir eisini at hitta keyparar ymsastaðni frá. Og møtti Atlantsflog onkrum, ið var áhugaður í ferðum við ferjum, vísti marknaðarleiðarin hjá Atlantsflog til Smyril Line, eins og Smyril Line gjørdi øvugt.

? Hetta er besti mátin, vit kunnu fáa nakað burtur úr, eru tey trý samd um.