Fjórða hvør ár verður Vestnorden hildið í Føroyum, og í ár eru Føroyar aftur vertir.
Á messuni hittast fleiri hundrað keyparar, seljarar og onnur innan ferðavinnu úr øllum heiminum. Føroyar, Ísland og Grønland skiftast um at skipa fyri. Í ár eru 118 ferðavinnufyritøkur, sum hava okkurt at selja innan ferðavinnuna, men eisini um 114 feløg, ið eru áhugað at keypa okkurt, ið hevur við ferðavinnuna at gera.
##med2##
Nýggi landsstýrimaðurin við Vinnumálum, Helgi Abrahamsen, setti messuna.
Hann gleddist millum annað um, at ferðavinnan hevði skapt nógv nýggj arbeiðspláss í Føroyum, og at átøkini, ið Visit Faroe Islands hava havt, hava gjørt Føroyar kendar úti í heimi.
Men hann vísti eisini á, at arbeiðast skal meira við at verja náttúruna í Føroyum og at fáa skipað viðurskifti innan hetta økið.
##med3##
##med4##
Closed for maintenance gjørt Føroyar kent
Síðani kunnaði Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, um Føroyar, Julia Pars, stjóri í Visit Greenland, kunnaði um Grønland, og Oddný Arnarsdóttir, deildarleiðari á Promote Iceland, kunnaði um Ísland.
– Vit hava havt ein ferðafólkavøkstur á umleið 10 prosent um árið, og tað fegnast við um. Ferðavinnan hevur eisini skapt nógv nýggj arbeiðspláss, soleiðis at nú arbeiða umleið 650 fólk fulla tíð innan ferðavinnuna, sigur Guðrið Højgaard.
##med5##
Hon vísti á, at Føroyar eru vorðnar kendar kring heimin, og at miðlar úr øllum heiminum skriva um Føroyar. Eitt av tiltøkunum, ið hevur gjørt Føroyar kent, er tiltakið ”Closed for maintenance”, tá ið sjálvboðin úr útlandinum komu til Føroyar at gera gøtur og annað arbeiði fyri at verja náttúruna.
– Vit hava longu nú fingið í rúgvuvís av fyrispurningum frá fólki úr øllum heiminum, ið vilja vera við til tiltakið næstuferð. Vit hava avgjørt, at tað verður aftur í 2021, men nær tað verður, er ikki avgjørt enn, sigur Guðrið Højgaard.
##med6##
##med7##
Ferðast í Føroyum seinnapartin
Klokkan 10 byrjaðu fundir, har seljarar úr teimum trimum londunum hitta keyparar úr øllum heiminum.
Seinnapartin fara luttakararnir at ferðast kring landið við føroyskum ferðaleiðarum. Kunningarstovurnar kring landið skipa fyri túrunum. Endamálið er at vísa luttakarunum so nógv av landinum sum gjørligt.
##med8##
Í kvøld er móttøka í Sjóvinnuhúsinum, sum Tórshavnar Kommuna stendur fyri.
Í morgin eru fundir á skránni allan dagin. Vestnorden endar við einum døgurða á Hotel Føroyum í annaðkvøld.
Tað er Visit Faroe Islands, saman við 62N, sum skipar fyri tiltakinum í Føroyum.
Vestnorden er fyri innbodnum úr ferðavinnuni.
Sí fleiri myndir her
##ms##