Selma stýrir ognarfelagnum

Fyrr í árinum var umboðsráðsval til Ognarfelagið LÍV, sum eigur 50% av P/F LÍV Holding.

 

 

Fyrsti aðalfundurin var hildin 3. apríl 2017 og hevur umboðsráðið skipað seg við Selmu Ellingsgaard sum forkvinnu, Regin Olsen er næstformaður, Sofus Debes Johannesen er kassameistari og Eyðdis Ellendersen er tiltakslimur fyri næstformannin.

 

 

Á aðalfundinum valdi Ognarfelagið LÍV at instilla 2 umboð, sum vera endaliga vald  á aðalfundinum hjá P/F LÍV-Holding.

 

 

Umboðini eru:   Hanna í Horni og Árni Arge. 

 

 

Eitt mál á aðalfundinum var samsýningarskipan til umboðsráðslimirnar. Semja var um, at samsýnt verður við fundarpeningi í mun til teir fundir, umboðsráðið hevur.

 

 

Næsta uppgávan hjá ognarfelagnum verður í samráð við P/F Fakfelag,   at velja forkvinnu/-mann til nevndina í P/F LÍV Holding, sum telur 5 fólk.

 

 

P/F Fakfelag og Føroya Landstýrið eiga hin helmingin av P/F LÍV Holding.

 

 

Aðalfundurin í P/F LÍV-Holding verður 20. apríl 2017.