Selt Goodyeardekk í Føroyum í 20 ár

Í sambandi við at tað eru liðin 20 ár síðan sølustjórin hjá Goodyear, Carl Ole Olofsen, kom til Føroya á fyrsta sinni, høvdu vit eitt prát við hann, meðan hann var á vitjan her fyrst í mai mánaði.

Magnus Gunnarsson


Goodyear, ið er ein av heimsins størstu dekkfyritøkum, varð stovnað 29. august í 1898 av brøðrunum Frank og Charles Sieberling við navninum »The Goodyear Tire and rubber Company«, kallað upp eftir pionerinum innan gummiframleiðslu, Charles Goodyear. Hetta hendi 38 ár eftir deyða Charles Goodyears, ið uppfann vulkaniseringina, og alt lívið var hann sera hugtikin av øllum, ið hevði við gummi at gera.


Fyrsta Goodyear lýsing í 1931

Goodyearfyritøkan fekk fastatøkur í Danmark longu í 1925, og var hetta í sambandi við, at Goodyear lat dekk til amerikonsku Ford og GM verksmiðjurnar, sum fram til sekstiárini høvdu deildir í Danmark, har nýggir bilar vórðu settir saman.

Goodyear dekkini komu tíðliga til Føroya, og var tað Vilhelm Nielsen, sum umboðaði tey saman við GM og Chevrolet bilunum. Um fyrsti bilurin, sum kom til Føroya í 1922 hevði Goodyear dekk, vita vit ikki, men tað kann væl hugsast.

Fyrsta lýsing við dekkum í føroyskum bløðum, er frá 1931, har Vilhelm Nielsen í »Føroya Socialdemokrati« lýsir við Goodyear dekkum, og høvdu teir Goodyear umboðið heilt fram til sjeytiárini.


Kom higar fyrstu

ferð í 1980

Sølustjórin innan buss, lastbila og entreprenørdekk hjá Goodyear í Danmark, Carl Ole Olofsen, hevur altíð havt stóran áhuga fyri bilum og lærdi sum ungur til bilsmið. Hann var verkførari á einum GM bilverkstað í eini 13 ár til hann í 1977 kom til Goodyear at arbeiða.

Føroyar hoyrdu til hansara søluumráði, og fyrstu ferð hann kom higar var í 1980. Hann setti seg í samband við Sámal Bláhamar, sum tá var ein kendur dekksølumaður, og koyrdu teir saman runt landið og vitjaðu viðskiftafólk.

Tað var tó ikki fyrr enn nýggju ár seinni, í 1989, at Super Dekk Service fór at selja Goodyear dekk. Frá 1980 hevði bilverkstaðurin Essan í Søldarfirði havt umboðið.

Carl Ole Olofsen hevur verið í Føroyum umleið eina ferð um árið síðan 1980. Honum dámar væl at koma til Føroyar, sjálvt um vitjanin ofta er stutt og nógv skal náast uppá nakrar fáar dagar. Ofta hava hann og Fríðrik Bláhamar frá Super Dekk ein langan arbeiðsdag. Sølustjórin hjá Goodyear, ið er ein sera fryntligur maður, sigur, at hjá teimum snýr øll søla seg um at kenna tørvin hjá kundanum, og at álit er millum kundan og tann sum selures Eidesgaard:


»Tað er ein skaðiligur dámur komin yvir samráðingarnar ? hetta, at mann bara krevur og krevur«


»Vit kunnu ikki satsa so nógv uppá tað politiska frælsið, at tað

persónliga frælsið fer fyri bakka«


»Ríkisfelagsskapurin er nakað, sum allir føroyingar hava eitt forhold til. Uppá gott og ilt«


»Trupulleikin hjá Høgna Hoydal er ikki so nógv, at Javnaðarflokkurin ikki er við honum, men at hann ikki hevur fólkið aftanfyri seg«


»Munurin millum uppskotið hjá samgonguni og uppskotið hjá

Javnaðarflokkinum er, at vit siga: Sjálvsstýrið er ein prosess ? ikki ein

samtykt«



ENDURGEVINGAR:


Høgni Hoydal:


»Ein orsøk til at danska stjórnin fer fram, sum hon ger í løtuni, er, at hon veit, at ósemja er í Føroyum«


»Føroyingar eru ikki biddarar og nassarar. Danir hava fingið minst líka nógv burturúr sambandinum, tá ið alt verður talt við«


»Andstøðan brendi av 2 milliardir uppá 20 minuttir undir

fíggjarlógarviðgerðini seinast«


»Flokkarnir, sum fara at hava tað truplast í framtíðini, eru teir, sum hava livað av at býta út danskar pengar í Føroyum«


»Tað er eingin ivi um, at bæði eg og meginparturin av Tjóðveldisflokkinum høvdu tikið undir við tí (at halda fólkaatkvøðu beinanvegin, bl.m.)«


»Vit kunnu ikki fara og bakka bara tí at tað kemur eitt lot av

Christiansborg«