Í kvøld verður Jens Marni Hansen aftur at síggja í semifinaluni í sangkappingini Stjerneklar á DR1.
Hann skal saman við tveimum øðrum fyri triðju ferð syngja Bryan Adams.
– Um eg skal hava ein møguleika at koma víðari til finaluna, er hvør atkvøða gull verd. Og mann kann stemma 5 ferðir, skrivaði hann á Facebook í gjár.
Sendingin fer í luftina klokkan 19 føroyska tíð á DR1, og til ber at fylgja við á netinum HER.