Tá undirritaða dittar sær at skriva um semingsmenn, so kemur hetta lutvís av, at útvarpsmaður spurdi løgfrøðing, um semingsmenn fingu nakra upplæring!
Sjálv havi eg í mong ár sitið í samráðing um sáttmála - og sostætt eisini við semingsmenn. Tann fyrsti, sum eg kendi, var sýslumaðurin Gunnar Dahl Olsen. Hann hevði hjálparmann, sum hann lærdi upp. Gunnar D. Olsen var ein sera góður semingsmaður. Strangur var hann á tann hátt, at hann kravdi nógv. Fyrst av sær sjálvum so okkum báðum pørtum. Fyrsta dagin, hann kom uppí bað hann um úrslit av samráðingum. "Nei, hini gomlu, je vil síggja úrslit av realitetssamráðingum." Vit fingu alt aftur í høvdið. "Setið tykkum at arbeiða við realitetssamráðingum." Tá hann so kom aftur dagin eftir, "jú eitt sindur er hent, men alt ov lítið, tó hetta er byrjan." Báðir partar fingu so nøkur orð við G.D.O. "Minnist til, at tá ósemjan er av, og tit hava slakað eitt sindur báðir partar, so kemur dagligi dagurin aftur - tá eru báðir partar greiðir yvir, at tit hava brúk fyri hvørjum øðrum." Vit fingu eitt semingsuppskot fyri og annað eftir - til vit at enda samdust. Takkað veri einum góðum semingsmanni. Einki verkfall.
Annar semingsmaður; Jóannes Rasmussen, jarðfr. Eisini sera góður semingsmaður, sum kom við einum semingsuppskoti fyri og øðrum eftir. So vóru: Bjarni Mikkelsen og Sverri Egholm, báðir dúgligir semingsmenn. Men allarbesti av øllum semingsmonnum, eg kenni var Dánjal Bærentsen, sum tá var einsamallur djóralækni í landinum. Hann gjørdi greitt yvir fyri landsstýrinum, at nú hevði hann tikið av og var semingsmaður burtur av, tá hann varð boðsendur. Djórlæknatænastan lá lamin, meðan semingsfundirnir vóru! T.d. hendi tað, at ein kúgv var ógvuliga sjúk. Bóndin fekk at vita, at hann skuldi drepa kúnna, um hon var so sjúk at hon leið. Og so var. Júst tí arbeiddi Dánjal so harðt; vit sótu í dagavís - og eingin slapp at hava samband við nakran uttanfyri fundarhølini. Eg føli trongd til at takka Dánjal Bærendsen fyri, hvussu íðin hann var - at fáa eina loysn, sum hann eisini fekk. Meðan semingin fór fram, var tað sera tungt - mat fingu vit, men ongan svøvn.
Eg skilji, at bæði Jógvan Sundstein og Jógvan Ámundsson hava ella hava havt sama framgangshátt. Í útvarpinum hoyrdi eg teirra góðu frásagnir og svar.
Høvuðsuppgávan: semingsuppskot - ikki bara eitt, nei semingsmenn mugu virða báðar partar og ikki tveita frá sær, tá eitt uppskot fellur og spæla fornermaðir og hótta við uratkvøðu. Teir hava ikki skilt uppgávu sína rætt. Nei, teir eiga at halda fram. Persónliga kenni eg ikki hesar báðar, men eg giti, at teir hava ov lítlar royndir. Tað er eingin skomm at spyrja undanfarnar semingsmenn um ráð. "Go on, go on" við semingsuppskotum og fari virðiliga fram mót báðum pørtum.
Ein av teim mongu arbeiðsgevarum, sum eg hevði stóra virðing fyri, er nú komin væl til árs - og sendi eg honum alt tað besta, nú ið árini eru so mong. Tygum høvdu mangt gott orðið til okkara, og tá tygum fyltu 25. apríl fingu vit lagkøku og kaffi á Hafnia. Takk fyri.