Semingsroyndin miseydnaðist

Semingin er endað.

Terji Sigurðsson, semingsmaður

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar vrakaðu fyrr í kvøld eitt semingsuppskot, sum Semingsstovnurin legði fyri teimum og Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum. 

 

Hetta veit Kringvarpið at siga.

 

Terji Sigurðsson sigur við KVF, at harvið er semingin endað.

 

Semingsroyndin byrjaði á miðdegi týsdagin. 

 

Tey fóru heim, tá klokkan gekk til tíggju týskvøldið.

 

Í gjáramorgunin hittust tey aftur klokkan níggju og sótu til klokkan níggju í gjárkvøldið.

 

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeidin hjá Fíggjarmálaráðnum sendu boð eftir Semingsstovninum 24.august, skrivar KVF.

 

 

 

Terji Sigurðsson, semingsmaður