Semingsstovnurin er komin uppí sáttmálasamráðingarnar millum Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið.
EYKATÍÐINDASENDING Á RÁS2 KLOKKAN 21.
Samráðingarnar millum Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið slitnaðu seinnapartin, og Fiskimannafelagið er á veg í verkfall.
Í fráboðan stutt fyri klokkan fimm boðaði Fiskimannafelagið frá, at nú samráðingarnar eru slitnaðar, hevur nevndin í Føroya Fiskimannafelag gjørt av at lýsa verkfall fyri allar limir felagsins frá hósdegnum 13. desember 2007 kl 06:00 at rokna. Verkfallið fevnir um allar limir felagssins, sum sigla við skipum, sum hoyra til økið hjá Føroya Reiðarafelag.
- Tað sær út sum um partarnir kunnu ikki semjast. Vit hava alla tíðina slakað. Upprunaliga hevði Fiskimannafelagið eini 15 krøv, sum vit hava slept í samráðingunum við reiðararnar. Men fyri okkum er tað eitt ófrávíkiligt krav, at arbeiðsgevararnir rinda 3% afturat til eftirløn, umframt at teir sleppa kravinum um, at fiskimaðurin skal rinda part av øktu oljuútreiðslunum, segði Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum við Rás2 klokkan seks.
Fráboðanin frá Fiskimannafelagnum varð send Semingsstovninum.
-Vit hava fingið eina fráboðan frá Fiskimannafelagnum um, at felagið hevur lýst verkfall. Ta støðuna fara vit at viðgera í kvøld, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.
Terje Sigurðsson roknar við, at Semingsstovnurin fer at koma til eina niðurstøðu í kvøld. Hann staðfestir, at langt er millum partarnar.
EYKATÍÐINDASENDING ER Á RÁS2 KLOKKAN 21.