Ein ósemja ímillum tryggingarfeløgini og myndugleikarnar hóttir nú við at geva øllum, sum eiga hús, ein fíggjarligan lúsing av teimum stóru.
Ósemjan tók seg upp, eftir at samgongan broytti mvg lógina juli í fjør.
Fyrr var tað so, at mvg varð ikki kravt av arbeiðslønum í sambandi við nýbygging ella umvæling av egnum húsum.
Men í juli í fjør var lógin broytt, so at mvg nú eisini skal betalast av arbeiðslønum í sambandi við nýbygging og umvæling av egnum bústaði.
Men so kann húsaeigarin søkja um at fáa mvg endurgoldið úr landskassanum.
Rokningar aftur í høvdið
Men hendan avgerðin hjá undanfarnu samgongu, hevur sett bæði sethúsaeigarar og tryggingarfeløg í eina stóra, fíggjarliga klemmu.
Og tað er eisini her, at ósemja tekur seg upp ímillum tryggingarfeløgini og almennu myndugleikarnar, sum eru Taks í hesum føri.
Tryggingin vil nevniliga ikki betala mvg av arbeiðslønunum, tá ið tryggingarskaðar verða umvældir, hóast mvg nú eisini skal betalast av arbeiðslønunum.
Tryggingin vísir nevniliga til, at húsaeigarin fær mvg endurgoldið frá Taks.
Men hinvegin er tað nyttuleyst hjá húseigarum at søkja Taks um at fáa mvg av arbeiðslønunum endurgoldið, tí tað vil Taks ikki.
Taks er nevniliga av teirri áskoðan, at tryggingin skal eisini betala mvg og at endurgjald fyri mvg av arbeiðslønum verður ikki latið fyri tryggingarskaðar.
Hendan ósemjan ímillum tryggingingina og Taks hevur ført við sær, at nógvir húsaeigarar eru komnir í eina fíggjarliga klemmu.
Teir handverkarar, sum hava umvælt tryggingarskaðar síðani í juli í fjør, hava fingið greið boð frá tryggingini um, at tá ið rokningin verður send tryggingini, skal mvg av arbeiðsløn ikki teljast upp í.
Teir handverkarar, sum hava sent tryggingini rokningar við mvg av arbeiðsløn, hava fingið tær aftur í høvdið við boðum um at broyta rokningina og at taka mvg av arbeiðsløn burtur úr.
Handverkarin við svartiperi
Men mvg skal betalast undir øllum umstøðum og so er bara eitt hjá handverkarunum at gera og tað er at fara til húsaeigaran við mvg rokningini.
Betalir húseigarin rokningina, nyttar onki hjá honum at biðja um endurgjald frá Taks, tí har siga tey nei.
Men hetta hevur eisini gjørt nógvar húsaeigarar so firtnar, at teir noktað blankt at betala mvg.
Teir siga, at teir hava tryggjað húsini fyri fult virðið og tí skulu teir eisini hava skaðan fult endurgoldnan.
Og so stendur handverksmeistarin eftir við svartiperi og eini mvg rokning, sum hann ongastaðni hevur at senda.
Sum skilst verður arbeitt fyri at finna eina loysn á málinum, men enn er ómøguligt at siga nakað sum helst um antin ein loysn verður funnin, hvør ein loysn kann verða, men sum tað sæst í aðrari grein her á síðuni, kann tað eisini enda við, at tað fer at verða munandi dýrari at tryggja sín egna bústað.