FUTT í Býin og G! Festivalurin hava lagt seg á sama vikuskifti í summar. Fyrireikararnir eru ikki samdir um, hvør skal bakka G! Festivalurin og FUTT í Býin hava lagt seg á sama vikuskifti í summar. Hóast G! áður hevur verið eitt vikuskifti fyrr, so hava fyrireikarar tikið stig til, at G! Festivalurin skal verða eina viku seinni enn vanligt.
G! plagar at verða 3. vikuskiftið í Juli, men av tí at nýggi festivalurin, Festivalurin við Múrin, hevur lagt seg á hetta vikuskiftið, so hevur G! avgjørt at leggja seg á 4. vikuskiftið í Juli.
Hetta hevur FUTT í Býin, festivalurin í Tórshavn, eisini havt ætlanir um, men nú letur til, at Havnin hevur bakkað fyri Gøtu.
- Eg fekk at vita frá FUTT fyrireikarunum í gjár, at tey ætla at flyta teirra festival til 27. juli, og tað halda vit tænir báðum pørtum væl, sigur Jón Tyril, fyriskipari av G! Festivalinum
Men fyrireikararnir av FUTT hava eina aðra støðu til málið.
- Vit hava ikki enn avgjørt um vit ætla at flyta FUTT í Býin ella ikki, sigur Jóhannes á Rógvu, fyriskipari.
Enn er ikki greitt um G! Festivalurin og FUTT í Býin verða sama vikuskifti, ella um semja fæst um málið áðrenn.