Landsfundur
Vestmanna:
Jóannes Eidesgaard fekk undirtøku frá einum landsfundarluttakara, tá hann metti, at tað var í lagi, at landsstýris- og løgtingsmenn fingu ta eftirløn, sum nú var samtykt.
Men restin av fundarluttakarunum, sum var á røðarapallinum eftir teir báðar, tók avgjørda støðu í móti slíkari talu. Eingin ivi var heldur um, at landsfundurin sum heild helt, at tað var ikki javnaðarpolitikkur at játta sær sjálvum eina eftirløn, sum er margfald tann,um ein fólkapensionistur fær.
Jóannes Eidesgaard tók aftur í aftur, at tað var helst skeivt av Javnaðarflokkinum at taka undir við hesum uppskotinum uttan at seta sum treyt, at tað samstundis varð samtykt at seta samhaldsføstu eftirlønarskipanina í gildi.
Men hinvegin vísti hann á, at alternativið kundi verða, at flokkurin framprovokeraði fólkatryggingina hjá Fólkaflokkinum, og tað hevði verið ein rein vanlukka, vísti hann á.
Eitt sindur av hyklaríi metti hann kortini lá aftan fyri tað, fundurin førdi fram. Tí fáa politikarar onga eftirløn, er vandi fyri, at eingin fer upp í politikk, tí tað loysir seg betri at tjena sær eftirløn aðrastðani. Og á tann hátt kunnu nógvar góðar kreftir fara fyri einki, segði Jóannes Eidesgaard.