Seinastu tíðina hevur nakað av kjakið verið um ognina Niels Finsensgøta 13, bygningurin millum Føroya Banka og Kondittaríið. Ella húsini hjá Hans í Funningsstovu.
Tað stutta av tí langa er, at Føroya Banki eigur bygningin, men tað er eingin loyna, at hann er ikki snøggasti bygningurin í býnum. Tí tóku borgarstjórin og varaborgarstjórin stig til at fáa húsini umvæld. Hetta varð gjørt í einu semju við Føroya Banka sum gekk út upp á, at Tórshavnar kommuna stendur fyri umvælingini, men Føroya Banki rindar.
Tað vil tó siga upp til eina ávísa upphædd. Innheintað tilboð setti upphæddina til 498.948,00 krónur, og hesa upphædd hevur Føroya Banki givið váttan fyri at rinda. Tað vil so aftur siga, at fer kostnaðurin upp um hesa upphædd, skal Tórshavnar kommuna rinda meirkostnaðin.
Fyri at umvælingin skal kunna setast í verk varð gjørdur ein leigusáttmáli millum Tórshavnar kommunu og Føroya Banka, galdandi í fimm ár, og sum svarar til umvælingar upphæddina. Hetta gevur 8.315 krónur um mánaðin.
Ónøgd
Andstøðan var tó ónøgd við framferðarháttin í málinum. Fyri tað fyrsta vísti Anfinn Brekkstein á, at tað var ikki rætt at fara til ávísar handverkarar at innheinta tilboð fyri triðja part. Heldur ikki var tað rætt at lata ávísari fyritøku undirhonds leigusáttmála, tí hetta er kappingaravlagandi.
Eisini Sjúrður Olsen fíltist á framferðarháttin í málinum, men Bogi Andreasen, varaborgarstjóri, vísti atfinningunum aftur. Hann segði, at umrødda handverkarafyritøka kundi gera arbeiðið her og nú, og tað var rættiliga avgerandi, skuldi bygningurin standa liðugt umvældur til ólavsøku.
Hann helt somuleiðis heldur ikki, at nakar fekk framíhjárætt til leigusáttmála, tí Guðrun & Guðrun vóru tær einastu, sum høvdu spurt um størri hølir.
Varaborgarstjórin helt annars, at málið var »negativt ladað« av andstøðuni, men hesum vísti andstøðan aftur.
Málið var fyri í býráðnum eftir kravi frðá minnilutanum í fíggjarnevndini, Sjúrða Olsen. Tað varð sostatt viðgjørt á býráðsfundi, men kom ikki til atkvøðugreiðslu, tá tað framman undan longu var avgreitt.