Landsstýrismaðurin sendi 10. oktober málið til hoyringar.
Hann vísti á, at endamálið við uppskotinum er at taka burtur forðingar fyri føroyskum heimavirkisvirksemi, ið eru í skatta- og avgjaldslóggávuni.
Í uppskotinum stendur, at heimavirki er eftir galdandi lógum vanliga skattskyldugt og meirvirðisgjaldskyldugt. Hetta merkir, at vinningur í sambandi við sølu av heimavirkaðum vørum er skattskyldugur. Selur ein persónur fyri meira enn 30.000 krónur í einum ári, er hann eisini skyldugur at lata seg meirvirðisgjaldskráseta og skal gjalda meirvirðisgjald av allari søluni. Tá talan er um heimavirki, er í flestu førum talan um ítriv og ikki vinnu.
Landsstýrismaðurin ætlar eisini, at bert tann parturin av inntøku frá heimavirkisvirksemi, sum fer upp um 50.000 krónur árliga, verður skattaður.
Hann vísti eisini á, at TAKS upplýsir, at sera lítið verður uppgivið av inntøku stavandi frá heimavirki. Hetta er galdandi, bæði tá talan er um uppgerð av skattskyldugu inntøkuni og uppgerð av meirvirðisgjaldsinntøkuni. Á TAKS verður eisini upplýst, at nógv fólk ringja til stovnin við spurningum um skatting av heimavirki, og hvussu vorðið er við meirvirðisgjaldi av heimavirki.
Jørgen Niclasen ætlar, at heimavirkisvirksemi fær somu treytir í meirvirðisgjaldslógini sum rithøvunda- og tónaskaldavirksemi og annað listarligt virksemi fær, nevniliga, at tey sleppa undan meirvirðisgjaldi.
Samanumtikið hevur uppskotið við sær, at inntøka frá heimavirkisvirksemi verður bruttoskattað við 15%, men tó soleiðis, at bert tann parturin av inntøku frá heimavirkisvirksemi, sum fer upp um 50.000 krónur, verður skattaður.
Í viðmerkingunum til uppskotið stendur, at tað kostar ikki landi og kommunum nógv, um hesar broytingar verða gjørdar, tí sera lítið verður givið upp til skattingar í dag frá sølu av heimavirkaðum vørum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag mótmælir
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur nú svarað hoyringsskrivinum, og teir halda ikki, at uppskotið frá landsstýrismanninum skal fara ígjøgnum, sum tað tað er orðað nú.
– Vit mæla til, at javnbjóðis skatta- og avgjaldsviðurskifti verða innan vinnugreinina við sniðgeving og virking av vørum, og mæla tí frá at leggja lógaruppskotið fyri Løgtingið í verandi líki. Kappingin millum heimavirkisvirksemi og fyritøkur innan vinnugreinina verður ov ójøvn, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Arbeiðsgevarafelagið vísir á, at ístaðin kann umhugsast at hækka generella markið í MVG-lógini fyri, nær tað er neyðugt at MVG-skráseta sítt virksemi, úr 30.000 krónur upp í 50.000 krónur.
– Hetta markið er okkum kunnugt ikki broytt síðan MVG-lógin kom í gildi, og um hædd verður tikin fyri prísvøkstri í hesum tíðarskeiðnum, er ein slík hækking rímilig, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir á, at vinnugreinin sniðgeving og virking av vørum seinastu árini hevur ment seg frá bara at vera heimavirkisvirksemi til í dag eisini at hava fleiri fyritøkur, ið hava sett fleiri fólk í starv undir skipaðum viðurskiftum. Yrkisútbúgving innan klædnahandverk og tilvirking verður boðin út í Føroyum. Fleiri hava fingið og eru í holt við at ogna sær prógv innan hesar útbúgvingar. Í fyritøkunum starvast í dag millum annað útbúnir skraddarar, buntmakarar, klædnahandverkarar, sniðgevar og tilvirkisatstøðingar.
– Í stuttum er sostatt ein byrjandi professionalisering farin fram innan vinnugreinina, sum gevur góðar vónir til framtíðina, hóast talan enn er um lutfalsliga lítlar fyritøkur, skrivar Arbeiðsgevarafelagið.
– Tær fyritøkurnar, sum virka innan hesa vinnugreinina, fáa við hesum lógaruppskoti verri treytir, tá um skattlig viðurskifti ræður, í mun til tey, sum hvør í sínum lagi fáast við heimavirkisvirksemi. Sama er galdandi fyri MVG, har heimavirkisvirksemi heilt sleppur undan at gjalda MVG uttan nakað ovara mark, meðan onnur í somu vinnugrein skulu gjalda MVG, um ikki teirra virksemi kann sigast at verða fevnt av ”listarligum virksemi”.
Um so er, at munur verður gjørdur á MVG-viðgerðini millum heimavirkaðar vørur og vørur virkaðar í einari fyritøku, verður tað torført hjá fyritøkunum, sum eru í somu bransju sum heimavirkisvirksemi, at kappast. Vandi kann tá vera fyri, at spírandi menningin innan vinnugreinina dettur niðurfyri aftur, skrivar Føroya Arbeiðsgevarafelag í viðmerking.
Arbeiðsgevarafelagið vísir eisini á, at eingin neyv allýsing er av hugtakinum ”heimavirkisvirksemi”, hvørki í í lógarteksti ella í viðmerkingum. Sama er fyri so vítt galdandi fyri ”rithøvunda- og tónaskaldavirksemi” og ”annað listarligt virksemi”, sum eisini sleppa undan MVG.
– Hóast landsstýrismaðurin við uppskotinum til broyting í skattalógini fær heimild at skilmarka heimavirkisvirksemi nærri í kunngerð, eigur tað í lógarteksti og/ella viðmerkingum at verða lýst, hvat hetta hugtakið fevnir um, skrivar Arbeiðsgevarafelagið í viðmerking.