Semja um kjarnorkuavtalu við Iran

Iran og stórmaktirnar eru vorðnar samdar um eina kjarnorkuavtalu, sambært diplomatiskum keldum

 

Diplomatiskar keldur úr vesturheiminum og Iran váttað, at ein kjarnorkuavtala er fingin upp á pláss millum Iran og stórveldini. Tað eru USA, Russland, Kina, Stórabretland, Frakland og Týskland, sum hava samráðst við Iran um eina avtalu um teirra atomprogram.

 

Klokkan 9.30 byrjaði ein samamumtakandi fundur millum partarnar og væntandi fara uttanríkisráðharrin hjá Iran, Javad Zarif, og uttanríkisráðharrin hjá ES, Federica Mogherini, at lesa eina felags kunngerð upp eftir fundin.

 

Týdningarmiklastu punktini í avtaluni eru hesi:

Avtalan tryggjar altjóða innlit í iranska atomprogrammið.

Í býti fyri at geva innlit, skulu øll fíggjarlig revsitiltøk móti landinum strikast.

Tíðindastovan Reuters sigur, at vápnabannið móti Iran fer at vara við í fimm ár enn.

Innflutningsbannið móti missilum skal vara í átta ár afturat.

Um avtalan verður brotin, kann ST seta revsitiltøk í verk innan 65 dagar.

 

Ikki er greitt, um stórveldini hava rætt at koma á ófráboðað eftirlit av kjarnorkuverkunum hjá Iran, ella um alt eftirlit má fráboðast áðrenn.

 

Umframt hesa avtaluna, samdust Iran og IAEA, altjóða kjarnorkustovnurin, 2. juli um eina avtalu, um hvussu eftirlit skal haldast við kjarorkugranskingini hjá Iran.