Ósemja um Smyril-Line

Hóast ferðaætlanin til Lerwick nú verður munandi skerd, so hevur hetlendski Menningargrunnurin framvegis álit á Smyril Line. Men tað eru tað ikki øll, sum hava

Norrøna

Tað er ikki bara væl móttikið í Hetlandi, at lokali menningargrunnurin tók avgerð um at seta 8 mió kr. afturat í Smyril-Line. Hetta sum liður í avtaluni, sum varð gjørd millum partaeigararnar, eftir at Hetlendski menningargrunnurin hevði stevnt Smyril-Line fyri brot á partaeigaraavtalu.
Orsøkin til hetta var, at hetlendski grunnurin, sum er ein av heilt stóru íleggjarunum í Norrønu, samstundis hevur góðtikið, at Norrøna í framtíðini fer at sigla munandi minni upp á Lerwick, enn tey hava gjørt. Og umframt at spýta meira partapening í føroyska reiðaríðið, hevur grunnurin eisini játtað at hjálpa til í marknaðarføringini í og av Hetlandi.
- Einasti mátin, sum vit kunnu halda Smyril Line flótandi og áhaldandi fáa Norrøunu á vitjan, er at seta meira pening í. Hinir partaeigararnir seta eisini meira pening í, og skulu vit ikki missa okkara ávirkan fullkomuliga, mugu vit fylgja við.
- Nú hava vit so sett £ 700.000 afturat í felagið. Eg veit væl, at tað er við eini skerdari ferðaætlan, men gjørdu vit ikki hetta, so steðgaði Norrøna at koma higar, sigur Josie Simpson, sum er nevndarformaður í grunninum.
Shetland News skrivar annars, at Menningargrunnurin hevur møguleika at nýta íalt £ 4.700.000 til Smyril Line. Hetta er peningur, sum varð játtaður til ætlaða keypið av Fjord-Line, men sum grunnurin enn ikki hevur brúkt. Og hóast nakrir nevndarlimir eru ímóti hesi heimildini, so tykist tað vera upp til nevndina sjálva at gera av, hvørt hon verður nýtt ella ikki.