Semja undirskrivað við Landsfelag Handverkanna og Føroya Handverkarafelag

Fyrrapartin í gjár skrivaði Kommunala Arbeiðsgevarafelagið undir semju við Landsfelag Handverkaranna og Føroya Handverkarafelag.

Sáttmálin er endurnýggjaður frá 1. januar 2023 til 31. desember 2025.

 

Lønarhækkingar eru:

 

  • Tann 1. januar 2023 hækka mánaðarlønirnar 3,8 %.
  • Tann 1. januar 2024 hækka mánaðarlønirnar 4,0%.
  • Tann 1. januar 2025 hækka mánaðarlønirnar 4,75%

 

Í lønartalvuni, ið er galdandi frá 1. januar 2024 verður stig 3 tikið burtur og 1. januar 2025 verður stig 5 tikið burtur.

 

Harumframt eru dagføringar og batar avtalaðar í ásetingum um m.a. yvirtíðararbeiði, barnsferð og lønina til leiðandi handverkarum. Eisini eru ásetingar avtalaðar um lærlingar.

 

Semjan kann lesast í fullum líkið her