Semjan kostar uppsagnir

- Tað finst eingin króna, sum ikki kemur onkustaðni frá. At samráðast um ein sáttmála við lønarhækkan, merkir at onkur skal rinda, sigur Jørgen Niclasen. Tað er ikki eitt samt landsstýri, ið tekur undir við lønarhækkingini á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum semja fekst um í nátt. Jørgen Niclasen finst at, at ikki varð hildið fast um null loysnina.

- Fíggjarmálaráðharrin fegnast um ein sáttmála, sum gevur eina lønarhækking upp á 1%. Fyri landskassan merkir tað 25 mió. kr. Og tær mugu finnast, sigur Jørgen Niclasen.

Hann sigur, at samráðingar hava verið á Hotel Føroyum um pengar, sum ikki eru til. Nú skulu teir finnast.

- Fíggjarmálaráðharrin hevur greitt boða frá, at lønarjáttanin á fíggjarlógini ikki verður hækkað. Tað kann ikki merkja annað enn uppsagnir. Sostatt fáa flestu limirnir hjá fakfeløgum fáa lønarhækkan. Men tað kostar øðrum limum starvið, sigur Jørgen Niclasen.

Fyri almennu stovnarnar kemur hetta eisini at merkjast. Fyri nógvar kunnu rationaliseringar verða við at varðveita støðið, men tað slepst ikki undan, at á summum økjum verður tænastan til borgaran verri.

- Eg eri av teirri støðu, at vøkstur í samfelagnum sanniliga eisini eigur at koma fólki í almennum starvi til góður. Tí eru almennu lønirnar hækkaðar við 3% um ári seinnu árini. Hetta hevur verið ein munagóð reallønarhækking, sigur Jørgen Niclasen.