Senda 90 prosent av starvsfólkunum til hús

90% av starvsfólkunum hjá Gist & Vist eru send heim – hetta fevnir um fastlønt, lærlingar og tímalønt

Hesum boðar felagið, sum eigur bæði hotel og matstovur, frá í kvøld.

– Korona hevur stóra ávirkan á føroysku hotel- og matstovuvinnuna og harvið eisini á Gist & Vist. Ávirkanin er bráðkomin, og nú bert fáar dagar eftir, at Gist & Vist helt aðalfund við støði í besta ársúrslitinum í søgu felagsins, kunnu vit staðfesta, at virksemið sum heild er steðgað upp, sigur Johannes Jensen, stjóri.

Avleiðingin er, at flest allar deildir hjá Gist & Vist lata aftur – fyribils.

Tó verður hildið áfram við at veita mat útvið og virksemið á Hotel Tórshavn heldur fram í skerdum líki.

– Meginparturin av starvsfólkunum, í alt knapt 90 prosent, verða send heim beinanvegin. Talan er um fastløn, lærlingar og tímalønt, sigur hann.

– Tey, sum ikki verða send heim í dag, fara niður í tíð og løn. Talan eru um starvsfólk í fyrisitingini, bókhaldinum, sølufólk og húsavørðar.

Tey støðini hjá Gist & Vist, sum hava opið – Hotel Tórshavn, Bitin, Suppugarðurin, etika, eta og Silo – hava somuleiðis niðursetta arbeiðstíð.

Men útbygging av kømurum og vælveruøki á Hotel Føroum heldur fram, tíðarætlan og kostnaðarætlan halda, sigur Johannes Jensen.

Hann sigur, at leiðslan í Gist & Vist harmast íkomnu støðuna og ta ávirkan, sum hetta hevur fyri starvsfólk og viðskiftafólk okkara.

– So skjótt sum tað er ráðiligt, lata vit upp aftur, og tá verða starvsfólkini sett aftur til somu lønartreytir sum áður.

– Vit fegnast um, at staðið verður saman um at finna loysnir. Bæði myndugleikar, fíggjarstovnar, partarnir á arbeiðsmarknaðinum, okkara viðskiftafólk og starvsfólk og mong onnur taka lógvatøk saman. Í hesum sambandi er vert at nevna týdningin av, at upphæddirnar frá ALS hava eitt rímiligt og nýtiligt støði og at hjálparpakkar verða skipaðir, so teir eru fleksiblir og nýtiligir í breiðum høpi, sigur Johannes Jensen.