Við stuðli frá Føroyska Bíbliufelagnum, hava nøkur børn í India fingið barnabíbliur og myndabíbliur.
Eitt av endamálinum hjá Føroyska Bíbliufelagnum er, at stuðla altjóða bíbliuarbeiði, so tey, ið onga bíbliu eiga, kunnu lesa bíbliuna á sínum egna máli.
Stýrið fyri Føroyska Bíbliufelagið samtykti í fjør heyst, at savna inn pening, sum skuldi latast til keyp av barnabíblium til børn á einum barnaheimi í India.
Christu Suda Communications og Ministries (CSCM) er kristiligur missións- og hjálparfelagsskapur í India. Við hjálp frá m.a. Indre Mission í Danmark hava tey bygt eitt barnaheim til fátøk børn í økinum. Føroyska Bíbliufelagið hevur samband við CSCM umvegis Bjarne Gertz Olsen, ið hevur verið trúboðari í Føroyum og sum vitjar CSCM regluliga. Heimið varð vígt og tikið í nýtslu 27. apríl 2014.
Pláss eru fyri 30 børnum á Barnaheiminum. Heimið verður eisini nýtt til skeið og ráðstevnur fyri sunnudagsskúlalærarum, prestum o.ø. Hvønn sunnudag er sunnudagsskúli. Ætlanin er eisini, at bjóða vaksnum undirvísing á barnaheiminum. Í økinum eru mong fátøk og heimleys børn.
Ein Bíblia í India kostar 175 INR, ið er umleið 17,00 kr. Ein Barnabíblia við litmyndum kostar umleið 80,00 kr.
Í vár flutti Bíbliufelagið kr. 6.000,00 til CSCM við áheitan um, at leiðslan keypti barnabíbliur og myndabíbliur á teirra egna máli til børnini á barnaheiminum. Hetta er nú gjørt og børnini hava fingið hvør sína barnabíbliu og tey smæstu hvør sína myndabíbliu.
- Gleðin var stór, tá ið leiðarin fyri barnaheimið, pastor Benarji, handaði børnunum hvør sína bíbliu. Pastor Benarji ynskir at takka føroyingum hjartaliga, ið hava stuðlað hesi verkætlan, skrivar føroyska Bíbliufelagið í tíðindaskrivi.
Føroyska Bíbliufelagið takkar eisini teimum, ið hava latið pening og stuðla hesa verkætlan okkara í India.