Senda hjálp til neyðstødd

Á fundi i gjár við Heilsumálaráðið fekk Reyði Krossur Føroya játtaðar 300.000 krónur frá landsstýrinum at senda til tvey hart rakt øki í heiminum.

200.000 krónur skulu sendast til Sýria og 100.000 krónur til Vesturafrika.

Altjóða Reyði Krossur og Sýriski Hálvmáni samstarva um at fáa neyðsynjar vørur út til tey mongu flóttafólkini, ið flýggja undan hørðu bardøgunum í Sýria. Peningurin kemur væl við og røkkur langt hjá teimum, ið eru flýggjaði frá húsi og heimi.

Í Vestur Afrika er Reyði Krossur á staðnum og arbeiðir miðvíst móta at fáa mat út til tey mongu hungursraktu. Ógvusligur turkur hevur gjørt um seg í økinum, og hevur havt við sær, at avgrøðin í ár er munandi minni enn undanfarnu ár. Stuðulin á 100.000 krónur røkkur til einar 1.000 matvørupakkar.

Reyði Krossur Føroya sjálvur fer eisini at lata menningarhjálp til tey bæði økinum.

- Vit eiga nakað av peningi, men vit fara eisini undir innsavnan, sigur Hjalti í Jákupsstovu, foramður í Reyða Krossi Føroya.Felagsskapurin hevur lýsing í bløðunum um innsavnanina, og har verður upplýst, at fólk antin kunnu flyta pening um heimasíðuna, við at ringja ella seta pening á kontu.