Fleiri sendiharrar úr Reykjavík eru í hesum døgum á vitjan í Føroyum. Sendistova Føroya í Reykjavík stendur fyri vitjanini Endamálið við vitjanini er at marknaðarføra Føroyar og at geva sendiharrunum og føroyingum møguleikan at knýta viðkomandi sambond. Harumframt er vitjanin eisini ein liður í at gera føroysku sendistovuna sjónligari í sendistovukervinum í Reykjavík. Tað sigur uttanríkisráðið í tíðindaskrivi.
Sendiharrarnir úr Reykjavík umboða ein breiðan og spennandi landahóp sum Kanada, Týskland, Kina, Japan, Finnland, Póland, Noreg og Danmark. Ein fjølbroytt og kunnandi skrá er gjørd til sendiharrarnar, sum gevur teimum innlit í vinnuligu, mentanarligu og politisku viðurskiftini í Føroyum. Á kunnandi fundi hevur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, havt framløgu um landsstýrisins uttanríkispolitik, og fyrilestrar hava verið í Norðurlandahúsinum um ferðavinnu, fiskivinnu, vinnubygnað, havgransking og søgu og samleika.
Fyrilestrahaldararnir vóru Elin Heinesen, Marita Rasmussen, Hjálmar Hátún og Jóan Pauli Joensen. Í dag byrjaðu sendiharrarnir við at vitja atelierið hjá Sigrún Gunnarsdóttir á Eiði, har listakvinnan segði frá síni list. Síðan varð vitjað á Skeljavirkinum og á Atlantic Biotechnology á Oyri. Har var greitt frá virkseminum, sum fer fram á Oyri umframt frá virkseminum hjá P/f Thor.
Útlendsku sendiharrarnir vitja eisini Løgtingið, Tinganes, Listasavnið og Kirkjubø hesar dagarnar.