Í hesum sambandi hitti hon eisini løgtingsforkvinnuna, Bjørt Samuelsen.
Løgtingsforkvinnan kunnaði sendikvinnuna um ymisk føroysk samfelags- og politisk viðurskifti, og føroyska søgu. Í hesum sambandi greiddi løgtingsforkvinnan frá viðurskiftunum ímillum Føroyar og Danmark, við serligum atliti at lóggávuheimildum og býti hjá Løgtinginum og Føroyum.
Harumframt skiftu tær orð um eitt nú ferðavinnu, grøna orkuskifti og tilflyting, ið eru viðurskifti, sum báðar hava stóran áhuga fyri.
Hetta er aðruferð at sendikvinna Eysturríkis, Alice Irvin, og løgtingsforkvinnan, Bjørt Samuelsen hittast. Um somu tíð í fjør var sendikvinnan partur av stóru sendinevndini, sum vitjaði Føroyar og Løgtingið.
Alice Irvin hevur verið sendikvinna Eysturríkis síðan 2021.