Hákun Jógvanson Djurhuus, nýggi sendimaðurin í Reykjavík, ætlar sær fyrst og fremst at arbeiða víðari við stóra arbeiðinum, sum Gunnvør Balle hevur lagt eftir seg í Íslandi. Tað sigur hann við Rás2.
Hákun Jógvanson Djurhuus er settur sum sendimaður fram til 31. desember í 2011.
- Gunnvør Balle hevur gjørt eitt megnaravrik, og eg ætli at halda fram við tí arbeiðinum. Tað eru fleiri vinnulig viðurskifti at taka hond um, har Hoyvíkssáttmálin millum Føroyar og Ísland er ein týðandi partur. Mín uppgáva er at verða bindiliðurin millum føroysku og íslendsku myndugleikarnar, sigur Hákun Jógvanson Djurhuus.
Tað hevur verið rumbul í Uttanríkisráðnum við uppsagnum og øðrum seinastu tíðina. Nýggi sendimaðurin vísir aftur, at tað hevði ávirkan á avgerðina, tá hann tók av starvinum.
Starvið hevur verið lýst leyst innanhýsis í Uttanríkisráðnum, tí Gunnvør Balle er givin sum sendikvinna í Reykjavík í dag. Fimm umsøkjarar vóru.
Hákun Jógvanson Djurhuus flytir til Íslands hin 1. Januar í 2011, tá praktisku viðurskiftini eru komin í rættlag, sum hann tekur til.