Sendir 18.000 almenn starvsfólk til hús

Harav helmingurin eru løgreglufólk

Tvey ár eftir miseydnaða hernaðarkvettið í Turkalandi boðar stjórnin í dag frá, at 18.000 almenn starvsfólk aftrat verða send til hús, harav helmingurin av teimum eru løgreglufólk. Tað skrivar Reuters tíðindastovan.


Harumframt verður upplýst, at 199 akademikarar og umleið 5.000 starvsfólk í herinum eru loyst úr starvi.


Almenna kunngerðin kemur í kjalarvørrinum av valsigrinum hjá forsetanum Tayyip Erdogan, ið byrjar upp á sítt nýggja forsetaskeið mánadagin, og áðrenn væntaða fráboðanina seinni í mánaðinum um, at undantaksstøðan, ið hevur vart í tvey ár, verður upphevjað.


Síðan miseydnaða hernaðarkvettið hevur turkiska stjórnin sent 160.000 almenn starvsfólk til hús, harav ákæra er reist móti 50.000 av teimum, skrivar Reuters. Meðan altjóða samfelagið hevur funnist at hørðu átøkunum, hevur turkiska stjórnin hildið uppá, at tey eru neyðug fyri at varðveita nationalu trygdina.