Sendistovan letur upp í Klaksvík

Lýsingafyritøkan Sendistovan letur í august upp deild í Klaksvík. Else Sjúrðarberg úr Klaksvík verður leiðari fyri nýggju deildina. Else Sjúrðarberg gleðir seg til spennandi avbjóðingina og er sannførd um, at við Sendistovuni fáa vinnulívið í Klaksvík og Eysturoynni eina nógv sterkari og betri marknaðartænastu.

? Hetta er eisini beinleiðis orsøkin til, at vit lata upp í Klaksvík, sigur Allan Dalsgarð, stjóri á

Sendistovuni.

Sendistovan er partur av NEMA samtakinum, og fyritøkurnar Senta og City, sum eru partur av samtakinum, húsast eisini í Klaksvík.

Sendistovan fer at húsast í bygninginum hjá Senta á Stangavegnum, sum hevur allar hentleikar tøkar

til virksemið.

Latið verður upp tann 23. August.