Sensatión í Havn

Neistin hevur higartil verið mest óvæntaða oddaliðið í bestu mansdeildini, men sunnudagin skutu teir sjálvar so dyggiliga í fótin, tá hovyíkingar høvdu vent vápnini ímóti Neistanum

Manshondbóltur

Tað var einki at ivast í, at Neistin vóru favorittar at vinna grannauppgerðina móti hoyvíkingum sunnudagin. Alt árið hava liðini strítt hvør sítt stríð, har Neistin við hepnari hond hevur hingið fast í oddinum, meðan H71 hinvegin hevur stríðst fyri at sleppa av avgjørda botnsessinum. Eitt stríð sum higartil ikki hevur hepnast so væl, men sunnudagin tóku teir so eitt risafet rætta vegin, um enn talan var um eitt óvæntað fet.
Tað var nevnliga skjótt greitt, at hóast favorittleiklutin hjá Neistanum, so høvdu hoyvíkingarnir als ongan hug bara at leggja seg niður, soleiðis uttan víðari.
Frá fyrsta sýndu gestirnir hinvegin, at teir so avgjørt ætlaðu sær at hava eitt orð at siga. Uttan stóvegis himpr royndu teir alt fyri at leggja trýst á Neistan, og hetta tóktist í øllum førum vera væl meira, enn Neistin hevði roknað við. Í øllum førum vóru teir bláu tiknir fullkomuliga á bóli av ógvusligu byrjanini, og áðrenn nakran vardi, hevði H71 vunnið sær eina hampuliga stóra leiðslu.

Einki mótvápn
Og Neistin hevði í veruleikanum einki mótvápn móti hoyvíkingunum. Fá høvdu kanska mett undan kappingarárinum, at Neistin skuldi gera seg galdandi í oddinum, men við einføldum loysnum hava teir kortini megnað hetta. Uppskriftin hevur fyrst og fremst verið stríðsvilji og samanhald, men hetta vendu hovyíkingarnir so beint ímóti teimum nú.
Við eini væl virkandi verju, har hvør einasti leikara offraði seg, tóku teir væl ímóti tí, sum kom, og sluppu mótstøðumenninir loksins innum, hevði H71 í Levi Nybo ein sera tryggan aftasta skansa. Ein skansa, sum annars skifti til H71, tá spælitíðin í Neistanum tóktist verða millum lítil og eingin.
Í hinum endanum tóktust hovyíkingarnir heldur ikki hava stórvegis virðing fyri annars væl vaksnu neistaverjuni. Í Halgir Dahl Olsen hevur liðið í fleiri ár havt ein hin besta skjúttan í landinum, men trupulleikin er ofta, at hann einsamallur skal bera mest sum alla ábyrgdina á liðnum. Hesa ferð komu tó fleiri av liðfeløgunum við, soleiðis at tað ikki var nóg mikið hjá Neistanum bert at hugsa um ein leikara, og tað gav so aftur betri pláss til Halgir, sum ferð eftir ferð høgdi bóltarnar inn í meskarnar.

Royndin miseydnaðist
Við tíggju málum á muni í steðginum, var ikki annað væntandi, enn at seinni hálvleikur skuldi vera eitt satt raid oman á hovyíksmálið, og partvíst varð hetta eisini sannleikin.
Hoyvíkingar hugsaðu nú kanska eisini meira um halda fast, heldur enn at økja um leiðsluna, og sálarliga trýstið, sum hetta viðførir, byrjaði spakuliga at merkjast. Eitt fyri og annað eftir minkaði máltalið, sum lá ímillum liðini, og onkur av hoyvíkingunum mundi so smátt fara at óttast eini endurtøku av merkisverda tapinum fyri KÍF undan vetrarsteðginum.
Eitt skifti miðskeiðis í hálvleikinum fekk Neistin átta mál á rað, og við átta minuttunum var nú ein verulig vón hjá teimum bláu. Stóra takið kostaði tó nógvar kreftir, og tá hoyvíkingar so loksins svaraðu aftur, varð hetta gjørt við manér. Hóast mansverju av Halgir, so fekk H71 trý mál á rað, og so var alt avgjørt.

Søtur sigur
Fyri hoyvíkingar mundi sigurin fyrst og fremst vera staðfestingin av tveimum kærkomnum situm, men tað kann tó væl vísa seg, at hetta eisini var so nógv meira enn tað.
Fyrst og fremst sálarligi týdningurin av, at leikararnir við hesum merktu, at tað væl kann løna seg at royna, hóast mótstøðan á pappírinum er sterk. Her hava hoyvíkingar í ár havt fleiri tættar dystir, men mest sum hvørja ferð er tað kortini endað við sigri til mótstøðuna. Sálarliga kann tað vera ein herskin biti at gloypa, tá leikararnir fáa kensluna av, at tað ongan tíð skal eydnast. Men hesa ferð eydnaðist tað, og fyri víðari lagnuna hjá hoyvíkingum kann hetta fáa alstóran týdning.
Fyri Neistan mundi tapið hinvegin kennast sum ein ordiligur frammaná. Hinvegin var hetta kanska eisini ein staðfesting av, at liðið ikki er nóg sterkt til ein oddasess. Í grundspælinum kundu teir við stríðsvilja sínum ferð eftir ferð loypa hvøkk á mótstøðuna, sum ikki hevði roknað við nøkrum frá teirra síðu í ár, men nú skuldu teir brádliga royna seg sum favorittar, og kanska var tað meira enn nakað hetta, sum kostaði stigini. Tvey stig, sum kunnu vísa seg at gerast sera dýr fyri teirra viðkomandi.

Dysturin í tølum:
Neistin-H71 24-28 (8-18)
Málskjúttar:
Neistin: Morgan Knezevic 6(2), Helgi Justinussen 6, John Petersen 4, Dann Thorleifsson 3, Ragnar Stakksund 1, Kári Mortensen 1, Jón Ludvig 1, Helgi Michelsen 1
H71: Halgir Dahl Olesen 9, Niels Viggo Niclasen 5, Johnny Durhuus 4, Kristian Eli Zachariasen 4, Annfinnur N. Debes 3, Hans J. Jacobsen 2(1), Uni Wardum 1
Brotskøst: Neistin 2, H71 2
Útvísingar: Neistin 3, H71 2
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Eyðun Samuelsen