Wales, Portugal, Svøríki og Norðurmakedónia kunnu enn vinna seg til HM 2022 endaspælið, eftir at fyrstu av “Play off” dystunum vóru spældir í kvøld. Sensatiónin var í Palermo í Italia, har heimaliðið tapti í yvirtíðini móti Norðurmakedónum.
Tað merkir, at Italia ikki verður partur av HM-endaspælinum í Katar í vetur. Hetta er annað HM-endaspælið upp í slag, sum verður uttan Italia. Tað løgna er, at Italia fyri minni enn einum ári síðani vann EM-endaspælið.
Norðurmakedónia skal nú møta Portugal í einum dysti um eitt atgongumerki til HM-endaspælið. Portugal vann 3-1 á Turkalandi, sum Føroyar eru í bólki saman við til Nations League kappingina í ár.
Gareth Bale var stóra hetjan hjá Wales, sum vann 2-1 á Eysturríki, sum var í bólki saman við Føroyum. Wales skal møta vinnaranum av útsetta dystinum millum Ukraina og Skotland, sum er útsettur til í summar.
Til stóra gleði fyri svenska ísletti á føroyska landsliðnum, Håkan Ericson og toymið hjá honum, so er Svøríki enn við í kappingini at koma til HM. Svøríki vann 1-0 á Kekkia eftir longda leiktíð. Svøríki skal møta Póllandi, sum er víðari uttan dyst, tí Russland er útihýst.
Pólland-Svøríki og Portugal-Norðurmakedónia spæla týskvøldið 29. mars.