Senta FM 2010 verður í morgin

Senta FM 2010 er úrslit av góðum samstarvi millum tríggjar av teimum smærru ítróttargreinunum, sum seinnu árini hava samstarvað um ein felags finaludag. Við at hava allar FM-finalurnar á sama stað á sama degi, gerast hesar avgerandi kappingar og ítróttargreinar sjónskari í miðlamyndini.

 

Hvør sær hava badminton, borðtennis og judo avgreitt allar teir innleiðandi dystirnar, so bara teir mest avgerandi dystirnir eru eftir, tá farið verður í gongd í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn í morgin. Kappingarnar byrja klokkan 9.30, og so verður hildið fram út á seinnapartin.

 

Í longri tíð hava fyrireikingarnar verið í gongd, og fyri at fáa alt at rigga so væl sum gjørligt, hava innanhýsis bólkar við umboðum fyri allar tríggjar ítróttargreinirnar hvør í sínum lagi gjørt, at alt skal klappa og ganga eftir ætlan, tá hetta stóra tiltak fer í gongd.

 

Kringvarpið fer at senda beinleiðis frá klokkan 14, til allar finalur og heiðursmerkjahandanir eru av. Eisini er stórskíggi settur upp í høllini, so væl ber til hjá áskoðarunum at fylgja við í tí, sum hendir.