Sentralstýrðing av eldraøkinum, so sjálvt tey mest kommunistisku londini í heiminum blikna í mun til okkara lítla Føroyar.
Lítið man vera at ivast í, at bróðurparturin av øllum Føroya fólkið nikkaðu játtandi til, tá Ben Arabo kom við sínari meining um, hvussu trupult og ómøguligt vit hava lyndið at gera alt her í Føroyum.
Vit avritað, uppbyggja og innførða stórar skipanir, ið krevja eins nógva orku, tíð og arbeiðskraft at umsita, sum endamálið við skipanum er at spara. Nevnuliga at spara tíð, orku og arbeiðskraft. Og so kosta tær enntá sera nógv. Hetta gevur onga meining, og er tað milt sagt ræðandi at vit ikki rakna við, og leggja á “annan bógv”. Vit hava ein gyltan møguleika nú, at gera tað lættari og einklari. Men so skal tað opinbart ikki vera.
Stór mótstøða og misstrúgv frá landsumsitingin til yvirtøkuna.
Tað hevur ongatíð verið nakar ivið um, at miðfyristingin ikki hevur tikið undir við útleggingini av eldraøkinum, og nú fáa vit sum kommunur tað so sannliga at føla. Og tað mest ræðandi og skuffandi er, at avvarðandi Landsstýrisfólk lata ikki við seg koma.
Tað vera sett krøv til kommunurnar, sum landsmyndugleikanir í øll árini, teir hava umsitið eldraøkið, langt frá sjálvir kláraðu at lúka. Krøv, sum eru sera tíðarkrevjandi, umsitingarlig krevjandi, tøknulig krevjandi o.s.fr. Krøv, sum neyvan eru neyðug og rímulig í einum so lítlum landi, sum Føroyar nú einaferð er.
Síðani síðsta summar, hevur eitt hav av fundum verið millum land og kommunur. Fyri so vítt er tað í lagið, tí nógv er at tosa um. Men alt ov nógv orka er farin til at tosa um skipanir, sum í dag eru, og sum landsmyndugleikanir vilja, ella kanska enntá krevja, at kommunurnar yvirtaka.
Um kommunurnar skulu gera júst tað sama, sum landið gjørdi, hvør er so meiningin við útleggingini?
Sjálvandi er tað eisini uppá sítt pláss, at nøkur yvirskipa krøv vera sett til kommunurnar, fyri at tryggja borgarunum eina góða tænastum. Men lat krøvini so vera yvirskipaði.
At skjóta spurvar við kanón, er onki ímóti tí, sum gongur fyri seg nú, viðv.: KT-skipanum til eldraøkið:
Eg haldi tað vera sera umráðandi at sláa fast, at tað eru ikki KT-Skipanir, sum veita eina góða tænastu á eldraøkinum. Tað gera starvsfólk.
KT-skipanar skulu vera við til at lætta um arbeiði hjá hesum somu starvsfólkum. Tað er ikki støðan í dag. Stórar og torskildar skipanir eru beinleiðis við til at forða fyri, at man kann veita eina góða og virðliga tænastu. Nógv tíð og orka verður nýtt til t.d. skráseting, sum eg eftir mínari bestu sannførðing eru sannførdur um, eru púrasta óneyðug, men sum vit so ella so, í hvussu so er fyribils, eru noydd at brúka.
T.d. verður tað skrásett niður á minuttir hvørja tænastu hvør brúkari verður visiteraður til. T.d. 10 min til vasking. Tað er enntá útgreina um tað er vasking í neðra ella í erva. (hetta er verðuliga so). Eg veit enn ikki um eg skal gráta ella flenna at hesum.
Her er talan um totala topstýrðing, har hvør minuttur verður skrásettur og planlagdur út í æsir. Er tað verðuliga neyðugt? Er tað við at tryggja eina góða tænastu? Tað haldi eg ikki. Soleiðis planleggur man eina bussleið, og ikki eina tænastu til fólk.
Ímyndi tykkum, at tit á gamalsaldrið sita heima ein dag og bíða eftir heimahjálpini. Hetta er ein tungur dagur, og mest av øllum hevur tú tørv á at síggja eitt annað fólk. Fáa ein smíl og nøkur vinarliga orð.
Heimahjálpin kemur inn, tú ert fjóðri brúkarin hon vitjar í dag. Hon sær væl, at lagið í dag er onki serligt, og ynskir so inniliga at seta seg at tosa við teg eina løtu. Men pliktuppfyllandi sum hon er, so tendrar hon iPaddin, fyri at síggja hvat “visitaturin” hevur visitera teg til. Og longu nú dugir heimahjálpin at síggja, at hon klárar ikki allar hesar uppgávurnar innan ásettu tíð, og tað nívir hana. Men hon váttar á iPaddinum, at viðkomandi hevur fingið hesa og hasa tænastuna í dag, og sum er í tráð við tað sum visitatorin hevur sagt, og trýstir á “send”. So kann onkur annar senda tær ein rokning fyri, at tú er blivin vaskað/ur v.m. í dag.
Soleiðis fara vit um okkara eldru í dag. Er hetta verðuliga tað vit ynskja at gerast gomul til?
Fuglafjarðar kommuna og Eysturkommuna hava skipa seg í eitt samstarv, nú eldraøkið er vorið kommunalt. Vit hava skipa okkum í hetta samstarv, tí vit meta at tað er skilagott.
Í løtuni er talan um uml. 70 brúkarar í okkara økið. Summi búgva á heimunum kommunurnar hava latið bygd, og onnur úti í sínum egnum heimum. 70 brúkarar er uml. tað sama, og enntá færri enn tað eru í hvørjum barnagarði í Eysturkommunu.
Men hetta eru Føroyar í besta stíl, sum Ben Arabo so væl lýsti í sendingin Sjá. Fáa Fíggjarmálaráði, Gjaldstovan og aðrir landsmyndugleikar sín vilja, so skulu vit yvirtaka FÝRA KT-Skipanir, til at umsita økið. Ein er tann sokallaða 3v skipanin, har skrásetingin í døminum omanfyri verður gjørd. So er talan um ein Vaktplans skipan, sum heldur stýrð á starvsfólkunum. So er neyðugt at nýta lønarskipana hjá landinum, tí hon koyrir saman við hinum skipanum, og til síðs, so skulu vit nýta bókhaldsskipana hjá landinum, og øll skjøl skulu senda til Havnar, fyri at vera bókaði. Og vit sum kommunur skulu enntá rinda fyri hetta.
Hetta eru alt skipanir, sum als ikki eru neyðugar fyri at veita eina góða eldratænastu. Uppgávurnar kundu eins væl verið loystar í teimum skipanum, ið kommunan longu hevur.
400 mió. kr. verða fluttar frá landinum til kommunurnar í ár.
400 mió. kr er tað sum land og kommunur kunna semjast um vera fluttar til kommunurnar, í samband við yvirtøkuna av eldraøkinum. Hendan upphæddin kemur at vaksa, so hvørt sum eldraøkið veksur, og forskattingin av pensjónum eisini ger tað.
Hetta verður mín pástandur. Tað verður onki umsitingarligt starv niðurlagt í miðfyrisitingini, sjálvt um allar hesar 400 mió. kr. verða fluttar til kommunurnar at umsita. Tað sum gongur fyri seg í dag, er nevnuliga við til at tryggja tey størvini, og gera tað ómøguligt at niðurleggja tey. Man áleggur kommununum so stór krøv til eitt og annað, at tað mugu sjálvandi vera fólk í miðfyrsitingini at halda skil á øllum hesum.
Alt samskiftið vit hava havt við landsmyndugleikanar ber brá av, at tey halda, at skal nakað skil vera á umsitingini av eldraøkinum, so kunna kommunurnar ikki umsita tað. Tað er avgerðandi fyri tænastuna, at hvør smálutur verður sentraltstýrdur á ein tílíkan hátt, at sjálvt tey mest kommunistisku londini í heiminum blikna í mun til Føroyar. Um ikki, so kollsiglur alt eldraøkið. Mutar onkur kommunua ímóti, so gongur ikki long tíð inntil ein kungerð, undirskriva av landsstýriðsfólkinum verður lýst, ella eitt rundskriv sent út o.s.fr. Hetta er tað vit kommunur eru upp í móti í dag.
Vit hava í dag ein gyltan møguleika at byrja av nýggjum. Ein gyltan møguleika at fáa eina virðiliga og góða tænastu til okkara borgarar. Vit her í okkara samstarvið ynskja ikki bert at yvirtaka verandi skipan. Vit ynskja at gera tað betri og smidligar, og ikki minst at tillaga tænastuna soleiðis, at hon passar til tann staðbundna tørvin, og ikki til eina ella aðra sentralstýrda skipan. Óansæð um hendan skipanin er hjá landinum ella kommununi sjálvari.
Lat meg enn einaferð undirstrikað. Tað eru ikki KT-Skipanir, ið veita eina góða tænastu. Tað eru øll tey góðu starvsfólkini á økinum, og tey eru nógv. KT-Skipanir skulu lætta um dagligdagin hjá hesum starvsfólkum, og ikki tyngja hann.
Vit tosa um fólk, so tað er ikki møguligt at stýrða tørvinum hjá einum brúkara eftir einum skema, ið verður víst á einum iPaddi.
Lat okkum kommunur fáa frið og møguleika at skipa okkum soleiðis, at tað verður brúkarin, sum kemur í miðdepling. Eldaratænastan snýr seg ikki um skipanir ella mannagondir, sum tað í stóran mun verður útlagt sum, í kjakinum og togtogani millum land og kommunur í løtuni. Eldratænastan snýr seg um at veita eldri fólkið eina tænastu, sum tey hava rætt til og tørv á.
Jóhan Christiansen,
Stýriðisformaður,
Heimatænastan fyri Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu