Sera gott fyri Føroyar

At eitt japanskt og nýtt oljufelag nú er komið inn á landgrunnin kann fáa stóran týdning fyri leitingina og ikki minst 3. útbjóðing sigur Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi.

Oljuleiting

Jan Müller

jan@sosialurin.fo

 

At eitt nýtt oljufelag nú er vorðið partur av leitingini eftir kolvetni á Føroyaøkinum tekur Petur Joensen, stjóri í Jarðfeingi, sum eitt sera positivt signal. Hetta eru góðir tónar í oyrunum hjá nýggja stjóranum á Jarðfeingi, sum tók við 1. november, eftir at Sigurð í Jákupsstovu er farin í farloyvi.

 

Petur Joensen sigur, at japanska felagið skal vera vælkomið inn á landgrunnin og vera við í leitingini eftir kolvetni. Hann heldur samtíðis, at hetta er eitt sera gott signal til oljuverðina, nú ein nýggj oljurunda verður latin upp. Uppskotið til 3. útbjóðing fór í løgtingið í gjár. Petur Joensen dylur ikki fyri, at eisini onnur nýggj oljufeløg liggja framvið. –Tá data um fyrrverandi brunnar vórðu gjørd almenn herfyri vóru tað nøkur nýggj oljufeløg, sum eisini bóðu um tey. Tað kann merkja, at enn fleiri oljufeløg eru á veg inn á Føroyaøkið sigur ein fegin Petur Joensen.

 

Jarðfeingi vil ikki upplýsa nøvnini á teimum, men Sosialurin skilur frá øðrum keldum, at talan m.a. snýr seg um heimsins størsta oljufelag ExxonMobile og Petro Canada. Áðrenn ExxonMobile varð lagt saman vórðu bæði Esso og Mobile við í forkanningunum á landgrunninum. Petro Canada hevur eisini verið her sum loyvishavari áður.

 

Hann er eisini fegin um, at verandi feløg, sum hava loyvi, eru við til at marknaðarføra Føroyar við at selja út av sínum parti. Her hevur handilin hjá Faroe Petroleum so gjørt, at eitt heilt nýtt oljufeløg nú er við í leitingini eftir føroysku oljuni og gassinum. Og tað kann so aftur vera við til at draga onnur feløg til.

 

Onnur feløg

Tað er ikki óhugsandi, at eisini onnur oljufeløg á Føroyaøkinum, sum í dag eiga fleiri leitiloyvi, við tíðini fara at selja partar av teimum. Nevnast kann at Statoil í aðru útbjóðing fekk tillutað spennandi loyvi, sum felagið enn eigur 100% av. Fyrr ella seinni kann hugsast, at eitt slíkt felag sum Statoil fer at fáa onnur feløg inn í síni loyvi, og tað kunnu eisini vera nýggj feløg, soleiðis at henda gongdin kann hava við sær, at áhugin og harvið íløgurnar í leiting her gerast størri og størri.

 

 

 

Uppá fyrispurning um tað er gott og ynskiligt, at feløg, sum hava leitiloyvi, selja av sínum parti, so nýggj feløg koma inn í økið sigur Petur Joensen, at hetta er sjálvandi ein spurningur millum loyvishavara og keypara, men fyri leitingina sum heild kann hetta hava stóran týdning, tí tess fleiri feløg eru við, tess størri kann virksemi gerast uppá longri sikt. Men loyvini verða so primert givin til feløg, sum bjóða seg fram til at fremja leitingina. Men at hesi so eisini selja burtur av sínum loyvum eitt nú til heilt nýggja feløg á Føroyaøkinum fremur so eisini leitisøkina.

 

3. útbjóðing

-Hetta er eisini eitt einastandandi høvi hjá okkum at marknaðarføra 3. útbjóðing sigur Petur Joensen, sum saman við sínum fólkum á Jarðfeingi veruliga hevur fingið eina nýggja juvel í krúnuna við hesum stiginum hjá Faroe Petroleum, sum sjálvandi fyrst og fremst er vinnarin. Hinvegin kunnu Føroyar og oljuleiting her gerast veruligu vinnararnir í longdini.

 

Umboð fyri japanska felagið hava vitjað hjá Jarðfeingi. Petur Joensen sigur, at vónandi fer felagið kanska eisini at hyggja nærri at tí komandi útbjóðingini. At eitt nýtt felag kemur inn á landgrunnin kann avgjørt vera eitt gott klípi í marknarføringini av Føroyum sum leitistað. Og hava við sær, at kanska eisini onnur feløg fara at vísa okkara øki ans.

-Hetta kann eisini takast sum ein ábending um, at tað eru onnur enn vit, sum halda okkara øki verða áhugavert sigur Petur Joensen og heldur fram:

 

-Kenna vit japanarar rætt, so fara teir grundiga til verka og hava helst kannað umstøðurnar væl og virðiliga, áðrenn teir eru komnir hertil.

 

Felagið skal nú hava góðkenning fyri at koma inn á okkara øki og gera umrødda handil. Tað verður so mett sum allir aðrir nýggir loyvishavarar tvs. um tað hava fíggjarligan og tøkniligan førleika. -Tað vit kenna til felagið, so er tað eingin trupulleiki sigur stjórin á Jarðfeingi.