Tað hevur verið vátaslettingur stóran part av degnum, og nú í kvøld er tað rættiliga farið at kava.
Landsverk ávarar um hálku kring alt landið, og á Politistøðini í Havn siga tey, at tað í løtuni er sera hált í høvuðsstaðnum.
- Ein røð av bilum standa fastir eftir Sundsvegnum, so har er eitt sindur trupult við ferðsluni. Í aðrar mátar er tað mest í høvuðsstaðnum, at vit hava fingið fráboðanir í kvøld, sigur vakthavandi.
- Men tað er hált kring alt landið, og vit vilja sjálvandi mæla fólki til at vísa størsta varsemi, sigur vakthavandi.