Sera nógvur smáur svartkjaftur

- Hetta er mest sum alt óbúgvin fiskur, sigur Jan Arge Jacobsen á Havstovuni, sum hevur skrivað eina fyribilsfrágreiðing.

Magnus Heinason er júst liðugur við svartkjaftakanningar sunnan fyri Føroyar, og fyribilsúrslitini vísa, at sera nógv av smáum svartkjafti stendur í føroyskum øki.

 

- Hetta er mest sum alt óbúgvin fiskur, meðan tann búni svartkjafturin, ið hevur gýtt longri suðuri, enn ikki var komin norður í føroyskt øki.

 

Tað sigur Jan Arge Jacobsen á Havstovuni, sum hevur skrivað eina fyribilsfrágreiðing um svartkjaftakanningarnar hjá Magnusi Heinasyni.

 

Hann vísir á, at serliga nógv av tvey og trý ára gomlum svartkjafti var at síggja í ár. Hetta eru 2014 og 2013-árgangirnir, og hetta er óbúgvin fiskur, sum er umleið 22-23 sentimetrar til longdar og vigar knapt 80 gram í miðal.

 

- Eisini í fjør var nógv av smáum svartkjafti at síggja - og so er bert at vóna, at hesir árgangirnir koma fyri seg, sigur hann.

 

Kanningin, sum Magnus Heinason hevur gjørt, er skipað sum altjóða felagskanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Írlandi og Hálandi.

 

- Hini skipini hava kannað gýtingarøkini longri suðuri. Samlaða nøgdin av svartkjafti, har tølini frá øllum rannsóknarskipunum eru við, verður roknað á fundi í Bergen 26-28 apríl, sigur Jan Arge Jacobsen.