Hondbóltsfjepparar telja niður til HM-endaspælið í manshondbólti, ið verður í Svøríki og í Pólandi, dagarnar 11. til 29. januar.
Men nú er stórt misnøgdsemi hjá fleiri av evropeisku landsliðunum, ið skulu taka lut í HM-endaspælinum, at altjóða hondbóltssambandið, IHF yvirtrumfar svensku og pólsku vertirnar tá tað kemur til korona-leiðreglur.
IHF hevur eitt ófrávíkiligt krav um, at fær ein leikari staðfest, at viðkomandi er fongdur av koronu, so skal hesin leikarin í sóttarhald í minst fimm dagar.
IHF krevur, at allir leikararnir hjá øllum 32 luttakaralondunum skulu kannast fyri koronu áðrenn HM-endaspælið byrjar. Allir leikararnir skulu aftur testast undan ovara og niðara millumbólkaspælinum, og skulu aftur testast undan fjórðingsfinalunum.
Michael Appelgren, ið er venjari hjá bæði Sävehof og hjá svenska landsliðnum stendur sum kánus: - Í Svøríki er koronatíðin farin, og korona er ikki longur klassifiserað sum ein sjúka, ið er vandamikil fyri samfelagið, sigur Michael Appelgren við Aftonbladet.
Í bæði Svøríki og í Pólandi undrast fólk á, at IHF skal sleppa at yvirtrumfa myndugleikarnar hjá báðum vertslondunum.
Miðlafólk sum gera samrøður við leikarar og venjarar aftaná leiktar dystir mugu sambært IHF vera í koronagrímu. Annars sleppa tey ikki at gera samrøður.
Dugnaligi og gløggi hondbóltsviðmerkjarin hjá danska TV2, Bent Nyegaard sigur: - Nú eru vit aftur á veg til eitt korona-HM. Eg hevði slettis ikki ímynda mær, at HM skuldi vera uppá hendan mátan. Eg eri sera harmur vegna øll. Hetta skuldi vera veitslan aftaná korona. Eins og vit í samfelagnum annars kundu hátíðarhalda nýggjárið aftaná korona. Eg eri veruliga, veruliga harmur um, at tað skal vera uppá hendan mátan, sigur Bent Nyegaard í samrøðu við danska TV2.