Kappríðingarárið 2025 byrjaði leygardagin, á vøllinum hjá Vága Ríðingarfelag við flúgvarabedingina. Hóast veðrið var heldur váttligt, so gjørdist kappingin sera spennandi. Serliga í Tvíspor 1 flokki, har tað var sera tætt millum øll rossini, einans 3 hundrandapartar av einum sekundi, millum nummar eitt og tvey og einans 68 hundrandapartar av einum sekundi, millum nummar eitt og nummar seks.
Vinnari gjørdist Silfá við Ásu Bárðardóttir á baki, tíðin var 18,15 sek. Bragi og Alberg Lútzen vóru nummar tvey við tíðini 18,18 sek. og nummar trý var Svanna og Barbara Carlsen, teirra tíð var 18,23 sek.
Tvíspor 2 flokk vann Marengo og Barbara Carlsen, nummar tvey var Tindur við Barbaru R. Mouritzen og nummar trý Litbrá og Elisabeth Niclasen. Tvíspor ung vann Thor við Sólrun Lútzen, nummar tvey var Kiljan og Simona Tornby og nummar trý Orka og Eyðdis Halsdóttir.
Trav vann Dropi og Lív Djurhuus, nummar tvey var Gígur og Simona Tornby og nummar trý var Gletta og Marner Joensen. Skeiðkappingina vann Stígur við Randarsól Heinesen í saðlinum, nummar tvey var Brúni og Jóannes Debes og nummar trý Vørður og Sólja Jógvansdóttir. Tølti vann Brynjar og Regin Johannessen, nummar tvey var Tango og Geir Wardum og nummar trý Strákur og Bárður Johannessen.
Myndir: Hannah Hansen
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##