Úti við 70 íðkarar høvdu sett stevnu við Tórsbreyt, og hýrurin á fólki var stak góður í lýggja summarveðrinum.
Tilmeldingar vóru komnar frá øllum seks feløgunum. Møttu feløgini vóru øll umboðað á sigurspallinum, har tey mest virknu eyðvitað vóru títtastu gestir. Her sæst eitt yvirlit yvir heiðursmerkjabýtið millum feløgini:
Bragdið ? 34 gull, 14 silvur, 13 bronsu (21 lutt.)
Hvirlan ? 18 gull, 16 silvur, 15 bronsu (21 lutt.)
Treysti ? 11 gull, 18 silvur, 13 bronsu (18 lutt.)
Roysnið ? 2 gull, 0 silvur, 3 bronsu (1 lutt.)
Frælsi ? 0 gull, 3 silvur, 2 bronsu (1 lutt.)
Føroyskt met!
Í kappingini á 400 m hjá gentum 16-17 ár eydnaðist tað Rebekku Fuglø úr Treysti at seta nýtt føroyskt met við tíðini 63,64 sek. Øll úrslitini eru at finna á www.renn.fo