Serbiska umsóknin um limaskap í ES fær eftir øllum at døma eina skjótari viðgerð, nú serbisku myndugleikarnir hava tikið Ratko Mladic. Danski uttanríkisráðharrin, Lene Espersen, sigur í einari viðmerking til tíðindini um handtøkuna, at tað hevur alla tíðina verið ein treyt fyri serbiskum limaskapi í ES, at myndugleikarnir skuldu arbeiða saman við tí serliga Jugoslavia-dómstólinum í Haag við tí fyri eyga, at Ratko Mladic skuldi takast.
Carl Bildt, sum er svenskur uttanríkisráðharri, sigur í síni viðmerking til handtøkuna, at tilburðurin er sera týdningarmikil, og at Serbia hevur ongantíð havt betri møguleikar í Evropa enn nú.
-Serbiska demokratiið hevur staðið sína roynd, og tað flytir Serbia nærri ES, sigur italski uttanríkisráðharrin, Franco Frattini.