Serbia vil ikki sleppa Kosovo

Tað hevur vakt stóran ans í Serbia, at politiski stjórin í bretska uttanríkisráðnum, John Sawyer, hevur gjørt greitt, at einasta loysn á stríðnum um Kosovo er at geva landspartinum støðu sum sjálvsstøðugt land.

ST skal í næstum taka støðu til, hvat skal henda við Kosovo, sum í løtuni er undir ST-stýri, og alt talar fyri einari semju um at geva landspartinum sjálvsstýri. Men tað vil serbiska stjórnin ikki hoyra talan um. Tá John Sawyer var í Beograd fyrr í vikuni, fekk hann at vita, at Serbia er sinnað at góðtaka eina neyðsemju, men at spurningurin um serbiska yvirvaldsrættin í Kosovo er als ikki til umrøðu. Sambært útvarpinum B92 meta serbar framvegis Kosovo sum ein part av Serbia, hóast serbiska stjórnin misti alt ræðið har aftan á borgarakríggið í nítiárunum.

Mótstøðan í Beograd hevur tó ikki ávirkað John Sawyer. Í gjár segði hann, at Serbia má lata sær lynda, at eitt land, sum byrjar eitt eitt kríggj og tapir tað, noyðist at bøta afturfyri. Hann vísti á, hvat hendi Ungarn eftir fyrra og Týsklandi aftan á seinna heimsbardaga. Tað sama hendir nú Serbia, segði hann.

Umleið 90 prosent av fólkinum í Kosovo eru albanar, og hini 10 prosentini eru serbar. John Sawyer sigur, at ein treyt fyri sjálvsstýri er, at serbar fáa somu rættindi sum albanski meirilutin.