Serbiski skansin hjá Fergie

Við Nemanja Vidic á toppinum hevur Manchester United hildið málið reint í 10 dystir á rað. Ikki minst takkað verið stórspæli frá Nemanja Vidic

Fótbóltur

 

Verjan hjá Manchester United hevur ikki verið í besta standi seinastu tíðina. Rio Ferdinand hevur verið skaddur, Patrice Evra hevði fýra daga leikbann, so fyritreytirnar vóru ikki tær bestu, nú meistararnir skuldu brúka strævnu jólaskránna til at toga seg nærri Liverpool og Chelsea. Ikki minst, tá havt verður í huga, at Manchester United als ikki hevur havt somu ferð á málskjótingini hetta kappingarárið, sum teir høvdu tað seinasta kappingarár.

 

Verjuskansin

Sæð burtur frá 5-0 sigrinum móti Stoke í november og 3-0 móti Chelsea, tá nýggja árið varð skotið inn, hava málini frá Ronaldo, Rooney, Berbatov og hinum heldur ikki verið tey heilt nógvu. Men í samfullar 10 dystir hevur Manchester United hildið málið gullreint, og tað bar við sær, at teir leygardagin kundu staðfesta, at teir nú aftur eru fremsta liðið í OnglandiOg garanturin fyri hesum hevur verið serbiski verjuskansin hjá liðnum.

Nemanja Vidic er kanska ikki tann spælarin, sum finnur leiðina fram til yvirskriftirnar á sama hátt, sum stjørnukendu liðfelagar hansara í álopspartinum gera tað. Mest av øllum er hann kendur fyri kompromis-leysa spælistílin, har hann ekkaleysur tveitir seg í allar nærdystir. Til tíðir enntá somikið harðliga, at hann eins og Chuck Norris hevur fingið sína heilt egnu skemt-genru á netinum.

Og hóast fjølmiðlarnir heldur nýta orkuna til at hyggja eftir frítíðarítrivunum hjá celebru liðfeløgunum, so er Sir Alex Ferguson ivaleysur, tá hann hevur givið síni skoðsmál um góðu úrslitini hjá liðnum seinastu tíðina.

- Vit eru sjálvandi í einum felag, har áhugin altíð snýr seg um stjørnurnar. Men eg plagdi altíð at siga um Dennis Irwin, at á einum skala til 10 fingu vit altíð eitt átta- ella níggjutal frá honum. Men tað var ongan tíð hann, sum stóð á breddanum, tá rósurnar komu í miðlunum, sigur Alex Ferguson.

- Vit vistu tó altíð, hvussu stórt virði hann hevði, og tað er tað sama við Vidic. Hann hevur verið heilt fantastiskur hjá okkum, sigur venjarin.

Og so telur tað helst ikki skeiva vegin, at Vidic eisini er ein sera vandamikil harri, tá hann leitar sær fram í brotsteigin hjá mótstøðuliðunum. Soleiðis var leiðslumálið, sum hann stútaði inn í 3-0 sigrinum móti Chelsea, hansara triðja mál hetta kappingarárið.

 

Trupul byrjan

Sjálvur hevur Sir Alex Ferguson ongan tíð verið í iva, síðani hann jóladag í 2005 legði 70 milliónir krónur á borðið hjá Spartak Moskva fyri at fáa fatur á Vidic.

Fyrstu dystirnar ivaðust fleiri tó í, um talan var um rætta mannin at styrkja um verjuna hjá stórfelagnum.

- Tíðin var ikki akkurát tann rætta hjá honum. Tá hann kom til okkara, hevði hann ikki spælt nakran dyst í ein mánað, og samstundis skuldi hann venja seg við ein nýggjan spælistíl. Men eg visti alla tíðina, at hann fór at menna seg til ein sera týðandi spælara hjá okkum, sigur Ferguson.

Og so kundi skotin annars frøast leygarkvøldið, tá Manchester United aftur hevði sett seg á toppin í deildini. Í øllum førum fram til í kvøld, tá Liverpool hevur møguleikin at ota seg upp á oddasessin, sum teir hava sitið á seinastu nógvu vikurnar.

 

- Tað er sjálvandi tað, sum tað snýr seg um. Eg veit ikki, um tú kanst siga, at vit vunnu okkum nakran sálarligan fyrimun við sigrinum í dag. Men tað stuttligasta plássið at vera á er á toppinum. Og so er tað ikki so týdningarmikið, um tað er eftir fyrsta ella tjúgunda umfarið, segði venjarin hjá Manchester United.