Í annaðkvøld klokkan 18 spælir føroyska kvinnulandsliðið fimta og næstseinasta dystin í hesari Nations League kappingini.
Talan er um útidyst móti Moldova í Chisinau í bólki 1 í deild C.
Slovakia er fremst í bólkinum við 12 stigum. Føroyar hava níggju stig, Moldova hevur trý stig, og Gibraltar er aftast við ongum stigi.
Megna Føroyar javnleik ella sigur hava okkara tryggjað sær í minsta lagi annað plássið. Við sigri koma Føroyar at liggja betri fyri í tveyara-roknskapinum, har tvey tey fremstu liðini flyta upp í deild B.
Tað verður ein serbiskur dómari, ið fer at døma dystin millum Moldova og Føroyar.
Talan er um Jelenu Međedović, ið hevur dømt altjóða dystir regluliga síðani 2020, so talan er um ein hampuliga royndan dómara.
##med2##