Serbiskur herovasti 27 ára fongsul

ST-krígsbrotsmannadómstólurin í Haag dømdi fyrrapartin fyrrverandi serbiska herovastan Momcilo Perisic 27 ára fongsul fyri brotsverk í borgarakrígnum í gamla Jugoslavia í nítiárunum.

Tann 67 ára gamli Perisic bleiv dømdur fyri at hava dripið og jagstrað sivilfólk í Bosnia og í Kroatia og fyri at hava útvegað serbunum í báðum londunum pengar og aðra hjálp.

Harafturat varð fyrrverandi herovastin funnin sekur í at hava verið við til at leggja hópdrápið í Screbrenica til rættis. Har myrdu serbar umleið 8.000 muslimskar menn og dreingir.

Momcilo Perisic gav seg sjálvboðin yvir til dómstólin í Haag í 2005. Tá hevði hann verið virkin í serbisku andstøðuni, sum í 2000 koyrdi Slobodan Milosevic frá. Hann noktaði seg sekan í øllum ákærunum um krígsbrotsverk.