Og næstan dagliga taka rák seg upp innan øll økir: politikk, átrúna, samfelagshugsan og ikki minst móta. Tað nógva dettur burtur uttan stórvegis háva.
Tað var lívsneyðugt fyri okkara forfedrar at skilja og duga at brúka báði viðrák og mótrák.
Ofta havi eg undrast yvir, at tað sum rørdist í Evropa, fanst aftur so ella so í Føroyum.
Viðhvørt sum ein viðfáningur ella eitt fleyr. Men nú eru tey her í somu løtu. Nú er tað ikki skemt, at í somu løtu ein firvaldur lyftir veingin upp yvir Avstraliu t.d, merkist tað hjá okkum.
Hvat so? So verða vit í ørviti. Nei, tað mesta fer bara aftur við borðinum. Tað sigur okkum einki. Passar ikki til nakað hjá okkum. Valið er enn í ein ávísan mun okkara. Og hesu rák kunnu eisini verða okkum til fyrimunar, duga vit at brúka tey.
»Hann helt sær á broddi« (Steinbíturin skuldi bíta seg fastan í botnin, meðan broddurin leyp). Kann tó vera skilagott viðhvørt.
Fyri 100 árum síðani tók abbi mín ein lut upp á sandinum í Sandvík og bar hann til hús, tað sama hava nógv gjørt áður, og hesin luturin hevur fingið eitt serføroyskt sigandi navn, eisini vera søgur sagdar um hann, men hann kemur frá Vesturindiu og er eitt fræ av eini plantu, sum veksur har, ikki veit eg, hvussu tey har rópa tað, men vit hava givið lutinum tað vakra navnið, vitunýra.
Í fimtiárunum tekur eitt sterkt rák seg upp, um at fiskimørkini skulu flytast út.
Aftan á mikið stríð og baks var okkara sjómark flutt út til 12 fjórðingar, 12. mars 1964. Og 1. januar 1978 fáa vit so loksins, sum tey síðstu, 200 fjórðingar.
Í staðin fyri at fyrihalda sær, fyrireika tað sum mátti koma, var ótrúlig orka brúkt til at burturforklára hesa gongd, og tey sum tosaðu og vístu á hesa gongd vóru ørvitis- og skaðafiskar.
Um vit longu síðst í sekstiárunum ella fyrst í sjeytiárunum vóru farin at fyrireika tí sum kom, hevði mangt sæð annarleiðis út í dag.
Tey flestu minnast, tá ið blokkurin kom, sum fylgi av gongdini í Danmark, men ein stórur flokkur setti føtur í spenn ímóti, og kann ein finna uppá at brigslast um, at hann kom.
Hetta er ikki bara meinaleyst tos niður øðrumegni, tað stjelur tíð og megi frá einum burðardyggum tosi.
Nú hevur eitt rák tikið seg upp í Føroyum, eitt rák í menning, og fleiri og fleiri ung taka undir við tí. Tey vilja vera við til at rudda eitt nýtt støði fyri okkum øll at standa á. Hitt er rutt burtur, og tað mugu flest øll vita, men so kemur tað aftur, hetta løgna fyribrigdi, at fólk fara at venda og snara sær, tosa burtur øðrumegna við. Onki er hent, nú kann alt aftur vera við tað gamla. Jú tað hendi nakað ræðuligt, men tað kunnu vit bara takka okkum sjálvum fyri. Men skulu vit so einki gera við hetta og royna at fyribyrgja, at tað ikki hendir aftur.
Beint sunnan fyri okkum er tað ótrúliga hent, at Skotland hevur fingið heimastýri ella sjálvstýri. (Navnið spillir ongan). Nú vil onkur nevna, at rákið er júst tað mótsatta, og royna at vísa á, at lond arbeiða saman og koma í ymsar felagsskapir. Jú, jú, men tað hevur einki við hetta at gera, tí at tað eru sjálvstøðug lond.
Nei eg dyrgi ikki eftir, at øll skulu hugsa sum eg, men um eg so má siga, at tey halda seg til evnið, og ikki við vilja svara í vestan, tá ið spurt verður í eystan.
Um ein fyri ein hvønn prís ikki vil, at føroyingar skulu ráða sær sjálvum, og at skipanin millum Danmark og Føroyar áhaldandi skal flóta sum best ber til, so er bara at siga tað.
Søgan hevur eitt ótal av prógvum um, (hugsa bara um bíbilusøguna) at um eitt fólk vaknar, tá fer tað at standa saman og kann tá gera tað mest ótrúliga. Hetta hendir oftast, fyri ikki at siga altíð í eini krepputíð ella beint aftaná. Fólkið hevur sæð undangangin í eyguni og skilt, at tað er nú ella aldrin. Soleiðis síggi eg støðuna í dag. Ikki sum ein skelk, men eitt sunnheitstekin í fólkinum. Og tað boðar frá góðum.
Steinbjørn B. Jacobsen
11.10.