Magni Laksáfoss
Í tíðindaflutninginum í dag, fokusera journalistar alt ov nógv uppá at fáa eina sensationella yvirskrift og alt ov lítið uppá at yvirskriftin skal umboða inni-haldið. Hetta ger, at boðskapurin hjá serfrøðingum kemur illa fram og ofta "druknar" í yvirskriftini.
Í eini hvørjari samrøðu við annan persón, er møguleiki fyri at verða skeivt endurgivin. Hetta er sjálvsagt eisini galdandi tá serfrøð-ingar (ella fólk ið roknast hava serligt innlit) velja at lata seg interviewa.
Ein størri trupuleiki er, eftir míni fatan, at journalistar skulu "selja" sín miðil. Tí leita teir eftir eini sensationellari yvirskrift, sum fær fólk at vakna. Trupulleikin er, at ofta lesa fólk einans yvirskriftina og ikki alla greinina, tí hevur tað stóran týdning at yvirskriftin ber rætta boðskapin.
Serfrøðingar eru lærdir at analysera støðuna, finna møguligar trupuleikar við støðuni, og finna loysnir uppá trupuleikarnar. Tað av hesum sum selur best fyri ein jounalist, er hvørki analysan ella loysnirnar, men harafturímóti trupulleikarnir. Journalistar dáma tí best at hefta seg við trupulleikan og finna yvirskriftina har.
"Eldrabumba hóttir!"
Eitt dømi frá mær sjálvum um tílíka yvirskrift er, tá eg hevði gjørt eina framskriving av fólkatalinum í Føroyum. Hon vísti, at við verandi burðartíttleika, deyðstíttleika og flytimynstri vilja stóru broytingarnar í fólkatalinum verða, at talið av eldri fólkum fer at vaksa munandi. Loysnin á hesum má vera, at seta fleiri ressoursir inn á eldraøkið, økja pensiónsuppsparingarnar og byggja fleiri ellis- og røktarheim og sambýlir.
Journalisturin helt óiva, at trupuleikin var meiri áhugaverdur enn loysnirnar, tí tá blaðið kom út var yvirskriftin á forsíðuni á blaðnum "Eldrabumba hóttir!"
Hóast greinin í sjálvum sær var rímiliga væl skrivað og endurgav nøkurlunda boðskapin, stóð yvirskriftin eftir: "Eldrabumba hóttir!"
"Farvæl til luksus!"
Eitt annað dømi hendi rættiliga nýliga. Ein journalistur ringir til mín kl. 12.45 ein gerandisdag. Tíðindini á middegi vóru júst liðug. Hann spyr um eg kann hjálpa honum at skilja nýggjastu innflutningstølini frá Hagstovu Føroya. Hann skilur ikki hví innflutningurin ikki minkar meiri, nú afturgongd er í búskapinum.
Eg sigi at eg ikki havi sæð tølini, men at vanliga mynstrið er, at íløguvørurnar minka fyrst (íløgu-vørur eru t.d. maskinur, byggitilfar, bilar o.l.). Næst eftir, ella samstundis sum íløguvørurnar minka, minka eisini luksusvørur-nar (t.d. hvítvørur, stereoannlegg, sjónvørp o.l.). At enda minka aðrar vørur so sum matvørur, men tá plagar afturgongdin at hava vart leingi áðrenn hesar vørurnar minka.
Hann sigur, at hann nú betur skilir tølini, tí tað mynstrið, sum eg havi greitt frá, sær hann aftur í tølunum. Eftir hetta tosa vit eitt sindur afturat um búskaparstøðuna og um hvussu stór afturgongdin sær út til at blíva. Samrøðan varir tilsamans umleið 10 minuttir.
Klokkan fýra sama dag kemur blaðið út (einans tríggir tímar eftir at eg havi tosað við journalistin) yvirskriftin á forsíðuni er: "Farvæl til luksus!" ? var hatta mín boðskapur???
Sjálv greinin var rímiliga góð og hevði mín boðskap í sær, men eg haldi ikki at yvirskriftin var góð, um man skal meta út frá um boðskapurin er rætt endur-givin.
Eisini nærlagdir journalistar
Bæði dømini eg havi tikið her, eru tikin frá Sosialinum. Eg skal tó beinanvegin skunda mær at siga frá, at eg eisini havi upplivað líknandi tilburðir frá øðrum miðlum.
Eisini kenni eg nógv dømir frá øðrum serfrøðingum, sum eisini hava upplivað líknandi tilburðir, og sum nú siga seg aftra seg við at úttala seg til miðlarnar, tí boðskapurin verður skeivt endurgivin.
Eg vil tó leggja afturat, at tað finnast fleiri nærlagdir jounalistar, sum leggja seg eftir at endurgeva serfrøðingarnar rætt. Fyri at nevna eitt navn, vil eg nevna Áka Bertholdsen frá Sosialinum, sum eftir míni fatan er ein góður nærlagdur journalistur.
Í teimum samrøðum eg havi havt við Áka, hevur hann megnað at fanga boðskapin væl, og hevur endurgivið meg uttan feilir, ið eru verdir at nevna. Fyri hetta hevur hann rós uppiborið.
Eg vil enda við at siga, at um ein jounalistur hevði havt skrivað hesa greinina, hevði hann helst ikki havt valt yvirskriftina "Serfrøðingar, journalistar og yvirskriftir", men heldur havt yvirskriftina "hong serfrøðingin!"